Íshøllin letur aftur
Komandi vikuskifti 17.- 18. mars verða tiltøk fyri alla familjuna í Íshøllini á Skálatrøð. Íshøllin letur aftur sunnukvøldið.
Leygardagurin er settur av til ungdómin. Finnur Jensen kemur at syngja løg vit uttan iva kenna og kunna syngja við, og Sunneva H. Eysturstein verður við DJ-pultin.
Sunnudagurin verður til restina av familjuni. Angela og Hannibal koma at undirhalda børnunum, og seinri koma Sámal og Ronnie at syngja og spæla fyri teimum meira tilkomnu.
Alt hettar kann njótast við skoytunum á. Eisini verður møguligt at keypa pylsur, vaflur, leskidrykkir og annað.
Kostnaður við dyrnar er 40 kr fyri vaksin og 20 kr. fyri børn, og so er frítt at skoyta ímeðan.
Skráin sær soleiðis út:
17. mars
19.00 – 19.20 : Finnur Jensen undirheldur við tónleiki
19.20 – 20.00 : DJ Octupussy – Sunneva Eysturstein
20.00 – 20.20 : Finnur Jensen undirheldur við tónleiki
20.20 – 21.00 : DJ Octupussy – Sunneva Eysturstein
18. mars
16.00 – 16.30 : Angela og Hannibal undirhalda fyri børnum
17.30 – 18.00 : Angela og Hannibal undirhalda fyri børnum
19.00 – 20.00 : Sámal Ravnsfjall undirheldur við tónleiki
Kelda: www.torshavn.fo