Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÍSF 80 ár til Klaksvíkar

Framsýningin ÍSF 80 ár og Oyggjaleikir 1985-2017, sum hevur verið á torginum í SMS, er farin út at ferðast:

Frá mánadegnum 15. apríl til og við týsdegnum 30. apríl var og er forvitnisliga framsýningin at síggja í Býráðshøllini í Klaksvík. Á framsýningini ber til at síggja søguna hjá ÍSF í orðum og myndum. Oyggjaleikirnir, sum hava verið gjøgnum tíðina, verða eisini væl lýstir.

Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.

Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.