Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

IRF-Lánið, sum í veruleikanum var eitt rán

Brellbiti 3: Lánið, ið IRF tók í 1988, var ólógligt, tí ein lániheimild, sum er brúkt einaferð er úttømd. Tað er sera merkiligt, at hetta er komið í gjøgnum í Hollandi uttan so, at ein føroyskur advokatur hevur givið eina skeiva “legal opinion” við vilja, upplýsti Kristoffur Thomassen, stjóri í løgtinginum, á skrivligum grundarlagi, longu 14. Februar 1997 í viðmerking til § 19-Nevndina, sum skuldi kanna kriminalitetin í áttatiárunum.


Greinað og skrivað av Dan Klein, journalisti


Tá ið undirritaði fekk innlit í hetta tilfar, stutsaði eg við, og byrjaði at kanna málið. Tað vísti seg skjótt, at løgtingsstjórin hevði rætt. IRF hevði onga heimild frá løgtinginum. Heimildin var brúkt einaferð.


Vit vita hvør var advokatur hjá IRF, men hvør var føroyski advokaturin, sum Kristoffur Thomassen, staðfestir, gav eina skeiva legal opinion við vilja, er áhugavert?!


Frágreiðingin er, at landsstýrinum var sambært lóg nr. 29 frá 5. Mei 1981, heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri láni til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin til bygging av brennistøð.


Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið var ætlanin at byggja eina brennistøð, ið kundi brenna ruskið frá øllum landinum (3 tons ovn). Støðin var mett at kosta 29,8 mió.kr. (í 1980-prísum).


Løgtingið veðhelt fyri láni uppá 32,3 mió.kr.

Um Heystið 1981 var upptikið eitt lán uppá NLG 11,4 mió., tá svarandi til uml. 32,3 mió.kr. til 13 1/8% p.a., ið skuldi afturgjaldast við NLG 1.140.000 hvønn 5. Oktober frá 1987 – 1996.


Í frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum, stendur víðari, at ymiskir trupulleikar vóru við at fáa byggiloyvi til brennistøðina, og ikki fyrr enn í 1987 kom gongd á byggingina av brennistøðini í Lorvík, sum varð tikin í nýtslu í 1989.


Men so hendir nakað, sum landsstýrið, og løgtingsgrannskoðararnir bara lata fara aftur við borðinum, sum júst er tað, løgtingsstjórin Kristoffur Thomassen, sigur er ólógligt:


Í frágreiðingini stendur bara: Hóast munandi broyttar umstøður og fyritreytir veitti landsstýrið í 1988 við heimild í omanfyrinevndu lóg nr. 29 frá 5. Mei 1981 veðhald fyri einum nýggjum DEM-láni til IRF uppá 40 milliónir kr., og í 1989 veðhelt landsstýrið fyri, at DEM lánið varð hækkað við 20 mió. Kr. til í alt 60 mió. Kr., sum allar fullu til gjaldingar í 1993.


Lógarbrotið staðfest: Løgtingið veðhelt ikki fyri 60 milliónum

Tað er próvfast, at heimildin hjá IRF í lóg nr. 29 frá 5. Mei 1981, bara rakk til vehald av láninum uppá 32,3 mió. Kr., og at tær 60 mió. Krónurnar sum vóru læntar í 1988/89, beinleiðis var lógarbrot, tí heimildin fyri hesi upphædd var ikki givin av løgtinginum.


Afturfyri vórðu tær 60 mió. Krónurnar til IRF, bara stillisliga lagdar omaná puljuna í avtaluni, sum gjørd var við donsku stjórnuna í mei mánaða í 1993 um umskipan av uttanlandaskuldini til statslán. Sostatt var skuldin hjá IRF innfríað av landskassanum. Og so stendur tað so pent, at upphæddin verður renturoknað og ein afturgjaldsskipan er gjørd.


Hvat hendi her, og hvør fekk tær 60 milliónirnar, og til hvat, veit eingin, men alt samfelagið slapp, eins og við Global-gøluni, at bløða fyri aftur eitt stats- og landsgóðkent lógarbrot, lagt í ovnin av advokati, sum Thomassen, segði, var ólógligt.


Hví varð advokaturin, sum sambært táverandi løgtingsstjóranum, Kristoffur Thomassen, fremur lógarbrot, ikki viðgjørdur eftir Karnov, og og varisliga lyftur inn á skinnara í revsilógini, fyri at hava "givið eina skeiva “legal opinion” við vilja"?!  


Lesa vit brellbita 1 og 2, síggja vit skjótt, at ákæruvaldið velur at dekka út yvir, at talan var um fiktivan eginkapital í Global-skipunum, tá løgreglan lá inni við skjalinum um, at "lánið", sum skuldi skjalprógva eginpeningin, ikki skuldi betalast aftur, men bara brúkast til at villleiða landskassan, at lána og veðhalda fyri 10´tals milliónum, sum beinleiðis kundi takserast, sum rán ella stuldur. 


Rættarskipanin bleiv beinleiðis partur av kriminalitetinum, tá dómarnir fullu í skipagøluni, tí ákæruvaldið, saman við dómsvaldinum tóku avgerðir í móti betri vitan, og virkaði sum katalisatorar fyri, at verja DM kriminalitetin. Av tí sama vóru dómarar, og ákæruvald sjálvsøgd løtt "offur" fyri blackmaili frá advokatoriskum oportonistum, sum ongar skrublur høvdu, ella hava. Heldur ikki í øðrum málum, har  Karnov verður niðurbundin, og fær bind fyri eyguni, og Justia verður avvápnað og flongd í prosessuni.


Hetta gav kriminellu elementunum vind í seglini upp gjøgnum øll áttatiárini, og kundi vera beinleiðis orsøk til, at uppgerðin hjá § 19 nevndini, ongar avleiðingar fekk fyri nakran, uttan skattgjaldarnar, sum ikki bara sluppu at betala fyri sjálv svikini. Nei. Tásitandi fíggjarmálaráðharri, Finnbogi Ísakson, avgjørdi, at skattgjaldararnir eisini skuldi betala fyri bæði veðhald, og lán, sum fyri tað mesta vóru fingin til vega við følskum váttanum frá peningastovnunum, sum bara í Global-gøluni kostaði landskassanum langt omanfyri 100 milliónir. Sí brellbita 1. 


Umframt kann nevnast, at Global-familjur hava verið, og verða enn forfylgdar av Taks. Hesar familjur kunnu uttan iva krevja endurgjald, eins og alt Føroya fólk eigur at fáa uppreisn fyri lands- og statsstuðla svik av grovasta slag, sum bar til, tí størsti parturin av journalistisku tinsoldátunum sviku, og sum enn í dag klóka seg uppá, at bara tey hava skil fyri góðum og mennandi journalistikki. Sjálvandi endar tað galið aftur, tá hesi heldur onki hava lært.


Minnist eisini til, at advokaturin hjá landsstýrinum í skipasvikunum, slapp at umboða landsstýrið, sjálvt um hann eisini var skuldsettur, saman við øllum hinum í harkaliðnum. Tað sigur ikki so lítið heldur. Men í skipasvikunum hevði ákæruvaldið bundið um heilan fingur, tá tað ikki var ætlanin at nakar skuldi verða dømdur fyri skipasvik. Við vilja legði ákæruvaldið ein akademiskan feil inn í ákæruritið, sum skuldsetti ávísar persónar fyri at svika landsstýri, vælvitandi um, at so bleiv leisturin frídøming, tí eingin kundi dømast fyri svik í móti landsstýrinum, sum visti um svikini.


Hetta kundi dómsvaldið døma, tí tveir embætistoppar í landsstýrinum, høvdu vitnað falskt, men tað er ein onnur søga, sum verður lýst við stuðli í notatum, sum innlit er fingið í.  Kortini hava vit leinkju til grein, har tungi drongurin í búskaparpoulitikki, Sofus Olsen, sigur sína hjartans meining um hesi embætisfólk. 


Ein av verjunum,  Kári Petersen, advokatur, segði tað so væl í almennum lesarabrævið á síðu 2 í Sosialinum: - Hevði ákæruvaldið brúkt eina aðra orðing, sum, "svik í móti landskassanum", so var allur bandin dømdur, men tað var, sum sagt, ikki ætlanin, tí so var talan um at hava svika allar føroyingar, og tá er støðan ein heilt onnur.

 

Men meira um hetta við annað høvi. 


Løgtingið hevur í dag  eina greiða fatan, tá vit spyrja har um IRF lánið:


Løgtingsstjórin, Jonhard Klettheggj, sigur, at í løgtinginum finnast ongi onnur skjøl um IRF lánið, enn tey skjølini, sum landsstýrið, hevur lagt fyri  løgtingið,  mikudagin 17. Desember 1980, sum uppskot til løgtingslóg.


Løgtingsstjórin staðfestir, at heimildin var ikki fyri 60 milliónum

Løgtingsstjórin sigur, at lógaruppskotið er farið í nevnd, og er avgreitt í løgtinginum. KLettheggj staðfestir,  at talan bara er um eina lóg, lógina, ið varð borin niðan í løgtingið 17. Desember 1980, sum uppskot til  løgtingslóg, ið verður til  lóg nr. 29, frá 5. Mai 1981.


T.v.s., at løgtingið veðhelt fyri 32,3 mió. Kr., og ongum øðrum.


Jonhard Klettheggj, løgtingsstjóri, bað okkum fara til fíggjarmálaráðið, sum kanska kundi kasta ljós yvir hetta mál. Tað gjørdu vit so, og Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri fekk at vita, at løgtingsstjórin, Jonhard Klettheggj, hevði staðfest, at hendan sama lógin ikki gav IRF heimild til at hækka lánið við 40 mió. kr. í 1988, og við 20 mió. kr. aftrat 1989, ella samanlagt 60 milliónir omaná tær 32,3 milliónirnar:


Hetta uppskot til løgtingslóg fær nr. 29, og verður dagfest, 5. Mai 1981, og er viðheft Kunningarsavninum fyri árið 1981.  Her skrivar løgmaður, Pauli Ellefsen, undir, og tásitandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Tórbjørn Poulsen. Hendan lógin er orðað eins og uppskotið, men í Kunngerðarsavninum eru viðmerkingarnar við lániupphæddini ikki tikin við, tá ið sjálv lógin verður lýst.


Bind A og B í løgtingstíðindum staðfesta fakta, men Fíggjarmálaráðið velur tøgnina

Lániupphæddin er tó greinað í Løgtingstíðindi 1980 Bind A. Sí skjal í kunningarsavninum.


Lógin, sum nú eitur nr. 29 frá 5. Mai 1981,  verður lýst í kunningarblaðnum. Sí skjal B í Føroya Kunngerðasavni.


Sjálvt um Fíggjarmálaráðið fekk fyrispurningin, longu 5 . februar 2017, við kunning um, at hetta var partur av bók, so hava vit ikki fingið nakra viðmerking, og vænta tað heldur ikki.


Tað var ikki lán, men eitt stats- og landsgóðkent rán. Kortini gleivaði løgtingsins § 19-Nevnd frá áttatiárakanningini uppum, og bleiv partur av kriminalitetinum, saman við landsstýrinum og landsumsitingini, sjálvt um táverandi løgtingsstjóri, Kristoffur Thomassen, hevði lagt fakta á borðið.


Tag selvbordet i pædofilernes paradis, og spar i skat, skyd en færing

Aftaná komu framstandandi danskir politikarar við sannleiksglosum um føroyska samfelagið: Talan var í veruleikanum um eitt “Tag selv bord, ” og seinni “Pædofilernes Paradis”, og “Spar i skat, skyd en færing”.


Tað var ikki stuttligt at vera føroyingur í Danmark, og nú sannleikin skal fram, skapar “Pressan” frontarnar aftanfyri “Jerikos” múrum, við ikki at nevna tað, hesir somu hava verið við til at krógva í fleiri ártíggir.


Tað er langt frá altíð, at ein lóg er ein lóg, ella, at tað er nokk, at tryggja seg við skrivligum skjølum, við avriti til rættin í Føroyum og í Danmark, sum ein advokatur klókaði seg uppá í KvF týsmorgunin.


Hann átti at vita betur. Hann veit betur.


Vit hava sett kós í móti næstu kreppu

Eins og vit stevndu inn í gølur, og kreppur í áttatiárunum, nítiárunum og í nullunum, so eru vit komin væl upp í ferð til at endurtaka gølumynstri frá áttatiárunum, júst tí vit enn hava somu flippubrotsfólk, sum sum sita sentralt í samfelagnum, og stýra øllum, og eru haraftrat ráðgevarar hjá sentralum stovnum, og tá landsumsitingin enn verður stýrd eftir BBC konseptinum um "Javel, hr minister",  hevur politiska skipanin langt síðani mist valdið, um hon nakrantíð kann sigast, at hava havt nakað vald av týdningi.


Men onkur skal so standa ovast á kransakøkuni, tá fundamentið er tikið undan samfelagnum. Onkur at skylda uppá. Tá hava føroyingar tað best. Avleiðingin er tann klassiska. Vit mugu læra, og koma víðari. Og soleiðis endurtaka vit ár um ár, ártíggir, og fara úr einari øld, í aðra, og knappliga er kriminaliteturin vorðin ein partur av samfelagsmentanini, til vit einaferð koma har út, at eingin visti hvussu alt byrjaði, tí onkin áhugi var at lofta, allarminst hjá týdningarmesta partinum av pressuni, sum ikki sýnist hava minstu hóming av hví hon er sett í verðina. Hjá teimum er nógv lættari at peika og siga, at tey kritisku eru býtt, duga ikki handverkið, og hvat umberingarnar fyri onki at gera, annars kunnu vera.


Skuldi yvirskriftin ikki bara verið: Pressan og vakthundurin. Hvar kom hasin lúshundurin í veruleikanum frá?!


Sí brellbita 1 og 2.

---------------------

Leinkjjur til aðrar Brellbitar:


Avdúking: Danski staturin var við til coverup

http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html


Hjúnarskilnaður fekk onga realitetsviðgerð í Skiftirættinum

http://www.oyggjatidindi.com/brellbitin+2+hjunarskilnadur+fekk+onga+realitetsvidgerd+i+skiftiraettinum.html


Danmark udøver ulovlig alternativ sagsbehandling på Færøerne

http://www.oyggjatidindi.com/danmark+udover+ulovlig+alternativ+sagsbehandling+pa+faeroerne.html


Pressan og lúshundurin

http://www.oyggjatidindi.com/pressan+og+lushundurin.html


Tá álitið á statin fíkur við vindinum

http://www.oyggjatidindi.com/ta+alitid+a+statin+fikur+vid+vindinum.html

------------

Tá embætismanna-lygnin skuldi bera sannleikanum uppi

Sandingurin Sofus Olsen er sera bersøgin í sínum viðmerkingum um óskilið í 80 unum. Hann var limur í búskaparráðnum frá 1962 og eini 25 ár fram. Grannskoðari í Føroya Banka frá 1970-1986. 

Her er tann parturin av áttatiára-uppgerðini, tá Kjartan Hoydal, og Alfred Petersen, táverandi embætismenn í Tinganesi, royndi at turka ábyrgdina fyri skipagøluni uppá Kristoffur Thomassen. Hetta gjørdu teir við at lúgva fyri Hesselholt, kriminalpolitisti, sum kannar, og finnur prógv fyri lygnunum á síðu 143 og 144 í bókini um vittleysu áttatiárini, og skipagallskapin.

Eg havi, eins og Sofus Olsen, fingið fatur í frágreiðingina hjá Kristoffur Thomassen, táverandi stjóra í løgtinginum, ið, sum Betlehemsstjørnan lýsir vegin. Her er leinkjan til frágreiðingina hjá Sofusi Olsen...

http://www.oyggjatidindi.com/ivevo_print.php?id=ta+embaetismannalygnin+skuldi+bera+sannleikanum+uppi.html


Løgtingstíðindi_1980_Bind_A.PDF

Løgtingstíðindi_1980_Bind_B.PDF