Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

IRF hevði 5,2 mió. kr í avlopi í 2011

IRF hevði aðalfund fríggjadagin 27.apríl 2012. Rakstrarroknskapurin vísti eitt avlop upp á 5,2 mió. Kr í 2011 í mun til 4,9 mió kr í 2010. Nettosøla var 72,8 mió. kr. í 2011 í mun til 73,1 mió. kr. í 2010.

Rakstrarúrslitið fyri 2011 er 2,07 mió. kr. betri enn mett frammanundan.

Inntøkurnar eru 0,32 mió. kr. lægri enn í 2010, meðan útreiðslurnar eru 0,16 mió. kr. lægri. at inntøkurnar eru lægri enn í 2010 kemst m.a. av, at IRF gavst við gomlu gjaldseðlaskipanini, og kundarnir fingu kreditnotu, so hvørt gjaldseðlarnir komu innaftur.

Samlaðu íløgurnar í 2011 vóru 7,56 mió. kr. av hesum vóru 1,05 mió. kr. gjørdar í Brennistøð og ymiska útgerð, 0,52 mió. kr. vóru gjørdar í ruskpláss og endurnýtsluskipan, 1,37 mió. kr. vóru gjørdar í rottangaskipan og verkstað, meðan íløgur fyri 4,62 mió. kr. vóru gjørdar í nýtt spilloljuverk og høll til serliga dálkandi burturkast.

Samlaða lánsskuldin er 3,96 mió. kr. hægri enn í 2010, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,27 mió. kr. hægri.

Rakstrarúrslitið fyri 2011 er 2,07 mió. kr. betri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 0,32 mió. kr. lægri enn í 2010, meðan útreiðslurnar eru 0,16 mió. kr. lægri. at inntøkurnar eru lægri enn í 2010 kemst m.a. av, at IRF gavst við gomlu gjaldseðlaskipanini, og kundarnir fingu kreditnotu, so hvørt gjaldseðlarnir komu innaftur.