Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Invest in the Faroes og iNova skipa fyri RÆST 2015

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Janus Vang, stjóri fyri granskarasetrið iNOVA hava í dag undirskrivað avtalu, millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og iNova um samstarv at skipa fyri RÆST 2015.

RÆST 2015 er ráðstevna um tann føroyska køkin, ræsing og ræstar matvørur, ið verður hildin 10. og 11. desember á iNOVA.

Invest in the Faroes er átak og játtan at marknaðarføra Føroyar sum íløguland. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur játtað 200.000 kr. til RÆST 2015.

- Marknaðarføring av føroyskar vinnu er fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- RÆST 2015 er eitt áhugavert og gott átak, sum varpar ljós á føroyska matmentan, íverksetan og vinnuliga gransking úti í heimi.

Meir fæst at vita um RÆST 2015 her: http://inova.fo/default.asp?menu=449&lang=fo