Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inuittar seta ES skák og mát - Føroyar gera onki

Á fundi í Arktiska Ráðnum hava Føroyar forspilt sær møguleikan at steðga komandi ES-revsitiltøkunum - í staðin hava inuittar úr Nunavut sett Europasamveldið skák og mát í einum øðrum spurningi um ES-boykott.

Man má taka hattin av fyri inuittum í Nunavut, sum er partur av Kanada.

Inuittarnir vunnu nevniliga ein týðandi sigur á Europasamveldinum á fundinum í Arktiska Ráðnum, ið varð hildin í Svøríki fyrr í vikuni.

Vilja hava ES-boykott burtur

Á fundinum steðgaðu Nunavut-inuittarnir, umvegis kanadisku stjórnina, ES í at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum.

Orsøkin er, at ES fyri nøkrum árum síðani setti bann fyri innflutningi av kópavørum úr Kanada. Hesar vørur, m.a. kópaskinn, eru tilverugrundarlagið hjá inuittunum í Nunavut.

Hetta bann vilja teir hava burtur.

Kanada blokkerar

Í Arktiska Ráðnum verða avgerðir tiknar í fullari semju, og tað gevur í praksis limalondunum vetorætt.

Henda rætt hevur Kanada brúkt.

Landið krevur, at ES skal taka burtur innflutningsbannið móti kanadiskum kópavørum, áðrenn samveldið fær eygleiðarastatus í Arktiska Ráðnum.

Damanaki má boyggja seg

Hesum hevur ES nú boygt seg fyri.

Tað sæst í einnari fráboðan, sum ES-kommisserurin, Maria Damanaki, og uttanríkisumboðið hjá ES, Catherine Ashton, hava undirskrivað og sent út beint eftir fundin í Svøríki.

Damanaki er, sum flestu vita, kommisserurin, sum vegna ES fyriskipar komandi revsitiltøk móti Føroyum orsakað av silda- og makrelfiskiskapinum.

Fleiri fjølmiðlar - teirra millum BBC - upplýsa, at samráðingar longu eru byrjaðar millum ES og Kanada um at taka ES-boykottið av kópavørum burtur.

Tá ið tað er gjørt, er Kanada - og inuittarnir í Nunavut - til reiðar at góðkenna ES sum eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum.

Man má staðfesta, at inuittarnir hava gjørt eitt politiskt bragd.

Passivar Føroyar

Hinvegin má man spyrja, hví Føroyar, ið eru hóttar av ES-boykotti, ikki gjørdu vart við seg á sama hátt.

Undirritaði loyvdi sær 14. mai - tvs. áðrenn fundin í Arktiska Ráðnum - alment at skjóta upp at brúka júst somu mannagongd, sum inuittarnir í Nunavut nú hava brúkt.

Áheitan mín var í stuttum, at Føroyar í Arktiska Ráðnum eiga at leggja upp til, at hóttanin um ES-revsitiltøk móti Føroyum mugu takast aftur, áðrenn ES kann gerast eygleiðaraland í ráðnum.

Átaluvert

Sum skilst, hevur Føroya løgmaður, ið umboðaði Føroyar á fundinum í Arktiska Ráðnum, als ikki brúkt tann upplagda møguleikan.

Hetta er óskiljandi.

Uttanlandspolitikkur Føroya - eisini tann arktiski - má brúkast fult út til at tæna føroyskum áhugamálum, og allir møguleikar fyri at ávirka rætta vegin, mugu gagnnýtast.

Her var ein upplagdur møguleiki at fáa ES til at taka aftur sínar hóttanir um at revsa Føroyar.

Tað er átaluvert, at hesin møguleiki nú er burturspildur.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin