Internorden 2012 komið at enda
Annar dagurin á Internorden 2012 við Gjógv var ikki minni áhugaverdur enn tann fyrri. Hendan seinna dagin legði Pia Parikka úr Finnlandi fyri við eini framløgu um eina finska skrásetingarskipan fyri seyð, kallað WebSheep. Heiti á framløguni var 'WebSheep - New possibilities'. Skipanin var tikin í nýtslu í Finnlandi í november 2011, men er arbeitt við henni líka síðan 2008. Í skipanini kunnu finsku bøndurnir ella rættari sagt skulu tey skráseta teirra seyð. Nakrir upplýsingar eru kravdir at leggja inn, meðan annað eisini er, sum hvør einstakur kann leggja inn, um tey vilja. Skipanin er á alnótini og kunnu allir limirnir í skipanini síggja upplýsingarnar hjá hinum. Tey nýta hetta í alingini, um tey t.d. ynskja at keypa veðrar frá hvørjum øðrum. Aftur hendan dagin sóust mótsetningar, tá Hjørdis Jensen legði fram um okkara skráseting og um flushing. Vit hava onga almenna skráseting í Føroyum, so sjálvt um fleiri bøndur hava neyvar skrásetingar fyri sín seyð, so hevur ongin annar atgongd til tær. Her er heilt víst nakað, vit eiga at hyggja nærri eftir, um vit fara undir almenna skráseting av okkara seyði.
Síðan vóru tríggjar framløgur av verkætlanum, sum eru nú ella eru lidnar nýliga. Carl Helander úr Svøríki segði frá um 'Effect of mixing grass silage with concentrate on feed intake in ewes, live weight gain in lambs and profitability of the producer'. Kaie Ahlskog úr Finnlandi snakkaði um 'Development of muscularity in Finnsheep population' og Gun Bernes úr Svøríki tosaði um 'Reasearch with sheep grazing'.
Eftir døgurða var farið túr í tveimum høgum í Suðurstreymoy. Óli Rubeksen og Súsanna í Búðini vóru ferðaleiðarar saman við teirra seyðahundum. Hagarnir hjá teimum eru grannahagar og ganga tey á fjall hjá hvørjum øðrum. Óli greiddi frá rakstrinum av teirra haga og garðinum sum heild og frá samstarvinum millum hesar báðar garðarnar, hvat líkist og eisini hvat er ymiskt. Vit endaðu í Fossdali, har Anna borðreiddi fyri okkum við breyði og bollum við ymiskum viðskera av garðinum umframt einum køkubita og kaffimunni. Tey vitjandi vóru sera glað fyri túrin og bergtikin av náttúruni, serliga tá vit komu út á tromina og sóu fleiri oyggjar liggja í sólskininum í bláa sjónum, meðan hvít skýggj hingu yvir teimum og speglaðust í sjónum. Sjálvt um onkur var nakað bangin fyri at ganga undan brekkuni aftur og var sera móður eftir gongutúrin bæði móti og serliga undan brekkuni, so vóru øll sera væl nøgd, tá vit fóru aftur í bussin í Fossdali og koyrdu móti Kirkjubø, har síðsta punkt var á skránni hendan dagin. Í Kirkjubø vísti Jóanes Patursson okkum runt í kirkjuni og í roykstovuni og segði frá søguni hjá Kirkjubø og segði frá um seyðahaldið á garðinum. Kvøldið endaði við einum góðum døgurða á Gjáargarði, har gestirnir fingu roynt føroyskan mat, hoyrdu Kristian Black við bólki spæla og sluppu at dansa føroyskan dans saman við Jens Jensen og Eiriki Suna.
Hósmorgunin var so endað við at taka samanum og ætlanir lagdar fyri framtíðar Internorden. Semja var um, at ráðstevnan hevði verið gevandi fyri luttakararnar. Tey hildu tað vera gott at koma út at síggja umstøðurnar, sum seyðurin og bøndurnir hava, afturat teimum teoretisku framløgunum. Avgjørt var, at Internorden 2014 verður í Noregi og var ynski um at halda okkum til upprunaliga endamálið, har granskarar og nevndarlimir frá bóndafeløgunum í luttakaralondunum eru við.
Kelda: www.bunadarstovan.fo