Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inntøkubýti og fátækraváði 2010

Í fjør var fyrstu ferð, at Hagstovan almannakunngjørdi eina hagtalslýsing av inntøkuviðurskiftunum hjá borgarum í Føroyum. Hetta varð gjørt eftir áheitan frá Løgtinginum. Hagstovan hevur síðani gjørt av, at hesar uppgerðir skulu verða fastur partur av hagtalsvirkseminum. Við hesi uppgerðini fyri 2010 er lagt eitt ár afturat í lýsingingini av inntøkuviðurskiftunum. Mátini, sum verða nýtt, eru tey somu sum í fjør.

Inntøkurnar hjá borgarum og húskjum eru drúgvasta grundarlagið undir teimum nýtslumøguleikum og tí verðsligu vælferð, sum standa okkum í boði. Eisini siga inntøkurnar og munurin ímillum hesar okkum nakað um, hvussu javningarpolitikkurin er í landinum. Tó skal ein hava í huga, at inntøkumunur eisini kann skyldast, at fólk arbeiða niðursetta tíð, umframt tað, at ígjøgnum lívið broytast inntøkuviðurskiftini hjá teimum flestu. Ein fer frá at verða ungur, sum er í læru ella skúla við lítlari inntøku, fyri síðani at fáa starv og veksa í starvsaldri og harvið størri inntøku, og fyri síðani ímóti ellisárum aftur at fáa minni í inntøku.

Í hesari uppgerð koma vit ikki nógv inn á inntøkuviðurskifti hjá tí einstaka. Tey siga ikki nóg mikið um nýtslumøguleikanar hjá tí einstaka, tí tað er í húskjum, at vit kasta saman. Ein persónur, sum hevur ein lítla inntøku, men sum livir saman við einum øðrum, ið hevur eina stóra inntøku, hevur størri nýtslumøguleikar, sjálvt um íkastið hjá honum er avmarkað. Soleiðis er húskisinntøkan betra mátið fyri vælferðini hjá hvørjum einstøkum, enn inntøkan hjá einstaklinginum sjálvum.

Uppgerðin, sum varð gjørd í fjør fyri árið 2009, er broytt nakað – gjørdar eru rættingar. Tveir skattir eru tiknir við í uppgerðina, tað er kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald. Eisini eru smáar broytingar hendar í altjóða tølunum, sum samanborið verður við.

Um grundarlag og hugtøk

Nógv ymisk hugtøk verða nýtt í hesum greinum, sum ikki eru vanlig og krevja nærri lýsingar. Umframt tær tríggjar frágreiðingarnar: "Um upplýsingargrundarlagið", “Hvat er javnvirðisinntøka?” og “Hvat er fátækraváði?” eru orðafrágreiðingar um ymisku hugtøkini savnaðar her

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Ordal%FDsingar

Høvuðsniðurstøðurnar tær somu í 2010 sum árið fyri

Tann nýggja uppgerðin, sum er fyri árið 2010, vísir ikki stórar broytingar ímun til 2009. Høvuðsniðurstøðurnar eru tær somu sum fyri árið 2009:** Ójavnin í vælferð er minni í Føroyum enn í øðrum londum:

Sonevnda Gini-vísitalið - eitt ójavnismát, ið gongur millum 0 og 100% - er 20,2 fyri Føroyar og t.d. 27 í Danmark.

Munandi færri fólk eru í fátækraváða í Føroyum enn í øðrum londum:

8,5% í Føroyum og 11-13% í hinum Norðanlondunum.

Tey, sum eru í fátækraváða, eru lutfallsliga minni fátøk enn í øðrum londum:

inntøkugloppið millum fátækraváðamarkið og miðinntøkuna undir fátækraváðamarkinum er 13,4% í Føroyum og um 20% í Danmark, Noregi og Svøríki.

Parturin av fólkinum, sum er í fátækraváða, er størstur í Suðuroy og Sandoy:

13-15% har, mótvegis 7-9% í hinum sýslunum.

Tað er í húskisbólkinum støk uttan børn, at ójavnin í bólkinum sjálvum er størstur: har er Gini-talið 26,8 samanborið við 20,2 fyri øll húski.** Stakir uppihaldarar eru mest í fátækraváða:

53,5% fyri tey, sum hava barn 0-5 ár, og 30,6% fyri tey við barni 6-17 ár, samanborið við 8,5% fyri øll húski.

Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og eldru, sum eru flest í fátækraváða: 17,2%, men tey eru tó tættari uppi undir markinum enn øll hini í fátækraváða.

Her finnur tú greinarnar

Bruttoinntøka og tøk inntøka:

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Brutto-%20og%20t%F8k%20innt%F8ka%20hj%E1%20pers%F3num%20og%20h%FAskjum%20%282010%29

Hvussu javnt er býtt í Føroyum og í grannalondum?

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Hvussu%20er%20v%E6lfer%F0in%20b%FDtt%20millum%20borgarar%20og%20h%FAski%20%282010%29

4.000 føroyingar í fátækraváða

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/4.000%20f%F8royingar%20%ED%20f%E1t%E6krav%E1%F0a%20%282010%29

Stakir uppihaldarar hava lægstu inntøkurnar

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Stakir%20uppihaldarar%20l%E6gstu%20innt%F8ku%20%282010%29

Fátækraváði í húskjum

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/F%E1t%E6krav%E1%F0i%20og%20innt%F8ku%F3javni%20%ED%20ymiskum%20h%FAskisb%F3lkum%20%282010%29

Fátækraváði hvar í landinum vit búgva

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Innt%F8ka%20og%20f%E1t%E6krav%E1%F0i%20eftir%20s%FDslum%20%282010%29

Fátækraváði millum kyn og í aldursbólkum

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Aldur%20og%20f%E1t%E6krav%E1%F0i%20%282010%29

Her finnur tú frágreiðingar um mannagongdir og hugtøk

Um upplýsingargrundarlagið

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Fr%E1grei%F0ing%20um%20data%20%282010%29

 Hvat er javnvirðisinntøka?

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Hvat%20er%20javnvir%F0isinnt%F8ka%20%282010%29

Hvat er fátækraváði?

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Hvat%20er%20f%E1t%E6krav%E1%F0i%20%282010%29

Orðafrágreiðingar

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Innt%F8ka/Ordal%FDsingar