Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innskriving til skúlaárið 2015/2016

Innskrivingin í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2015/2016 var í gjár og heldur fram í frá kl. 15 til kl. 18. Innskrivingin er í Reinsarínum. 

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er. Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk. 

Í Nólsoy var innskriving í gjár. Í Kollafirði og á Velbastað er innskriving í dag kl. 15. Í Kaldbak er innskriving í dag kl. 12.30. 

Tá innskrivingin var liðug í gjár, vóru 233 børn skrivað inn í skúla og forskúla, nøkur koma so aftrat í dag.