Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd 1. Innlánsyvirskot

Innlánsyvirskotið í peningastovnunum er 5 mia. kr.

Innistandandi hjá kundum í føroysku bankunum er tilsamans 24,8 mia. kr. og kundar hava lán frá føroysku bankunum fyri 19,8 mia. kr. Innlánsyvirskotið hjá føroysku bankunum er sostatt 5 mia. kr. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

Mynd 1 niðanfyri vísur gongdina í innlánsyvirskotinum hjá føroysku bankunum síðani 2014. Tað hevur verið vaksandi frá 2014 til 2018, og hevur síðani tá sveiggjað millum 5 og 6 mia. kr.

Tá talan er um inn- og útlán til føroyskar kundar einans, eru útlánini 15,7 mia. kr. tilsamans og innlánini 17,2 mia. kr. Hetta gevur eitt innlánsyvirskot á 1,5 mia. kr. í føroysku peningastovnunum (saldo ultimo september 2020).

Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum. Vinnan og kommunurnar hava størri skuld í bankunum, enn innistandandi. Húsarhaldini hava umframt skuld í føroysku bankunum, sethúsalán í donskum realkredittstovnum. Um skuldin hjá húsarhaldunum til donsku realkredittstovnarnar verður tald við, hava húsarhaldini eitt innlánsyvirskot á 233 mió. kr. við endan av triðja ársfjórðingi 2020. 

Sí frágreiðingina her.