Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innkoyring til og frá Tórshavn

Vit mugu frá politiskari síðu fáa skil á atkomuvegnum til og frá Tórshavn, tí hetta fer at lætta munandi um ferðsluna, sum fer at økjast munandi í sambandi við ein komandi nýggja Studentaskúlan við Marknagil og komandi Skálfjarðatunnilin. Hetta mugu vit myndugleikar finna útav í góðum treysti.

Eg havi funnið fram til, at tað koyra millum 10.000 – 11.0000 akfør inn í høvuðsstaðnum um døgnið og talið økist fyri hvønn dag sum tíðin gongur.

Eg havi eisini leita meg fram til ymiskar ætlanir um atkomuvegir og verkætlanir kring høvuðsstaðin. Eitt av tí fyrsta eg kom fram til, var um verkætlanina “Ytri ringvegur”, sum eg skilji á lagnum er ein gomul 27 ára gomul verkætlan.

Henda verkætlan er steðga upp, tí ósemja er millum myndugleikarnar hvat skal gerast, hvussu tað skal gerast og hvør skal tað fíggja verkætlanina.

Sum eg havi skilt á lagnum, er talan um, at leggja nýggja vegin gjøgnum bygd øki ella gera ein tunnil á sama øki. Ella møguliga finna eina heilt aðra loysn, hevur eisini verið uppá tal, hesi seinastu árini. Eg fari ikki inni á nú, hvat er tann rætta loysnin hesum viðvíkjandi. Men eitt er vist og tað er at land og kommuna noyðast, at síggja veruleikan í eyguni og finna eina loysn á hesum álvarsmálið. Vit mugu taka hædd fyri einum nýggjum komandi Studentaskúla við Marknagil og einum komandi Skálafjarðartunnli, sum fer at økja ferðsluna uppaftur meira kring høvuðsstaðin.

Vit eru eisini vitandi um, alla ferðsluna sum nú er í Tórshavn, serliga til og frá arbeiði. Røðin av akførum á Hvítanes -vegnum, á Vegnum Langa og í miðbýnum eru óvanliga stórar. Somuleiðis kenna vit tíverri til fleiri ferðsluvanlukkur á hesum økjum.

Eg fari, at arbeiða hart fyri at finna ein skila loysn á hesum umfatandi málið, sum í núverandi støðu, rakar alla ferðslu í okkara høvuðsstaði. Trýsti á ferðsluna kring landið av hesum óloysta ferðslu trupulleika økist somuleiðis.

Nei, vit mugu fáa skil á okkara høvuðsvegi til og frá Tórshavn. Vit mugu eisini leggja ein langtíðar fígging frá politiskari síðu, fyri at loysa atkomuvegum til og frá okkara høvuðsstaði. Við nýggjum studentaskúli við Markangil og nýggjum Skálafjarðatunnli, verður uppaftur meira ferðslu- ruðuleiki.

Vit kunnu ikki útseta henda ferðslu trupulleika enn fleiri ár. Lat okkum nú finna eina loysn fyri allar partar til frama fyri Tórshavn og land okkara.

GG.Eg frøðist tó um, at vit í kvøld hava samtykt, at dagføra Sundsvegin og at vit fara gera ein rundkoyring. Havast skal í huga, at har kemur ein nýggjur mussikskúli at liggja og evt útbygging av kringvarsphúsinum, tí eru hesa ábøtur sera átrokandi. Men enn er langt eftir á mál, sum vit sum býráð og landssins mynduleikar mugu loysa nú. Vit hava ikki ráð til at enn 27 ár skulu ganga, áðrenn hetta verður loyst.

Levi Mørk, býráðslimur

www.levimork.com