Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innbrot í barnasálirnar

Lítla fræið, sum sáað verður í jørðina, er so meinaleyst. Tað sæst valla, tað hoyrist ikki og ongin bítur merki í tað fyrstu tíðina. Fyrstu árini fara framvið og stillisliga hómast spírarnir. Men roynir tú at skrykkja í spíran, heldur rótin. Í langa tíð fingu røturnar loyvi at vaksa, uttan at nakar varnaðist. Spírarnir vaksa og gerast til trø. Stór og sterk trø, sum broyta landslagið.

Soleiðis er náttúran. Sum tú sáar, skalt tú heysta.

Øll kenna vit hesa náttúrulóg. Vit royna frá byrjan at leggja tað besta í børn okkara, tí góð barnaár hava týdning fyri alla lívsleiðina. Barnasálin er sum góð jørð at sáa í. Óspilt og fruktagóð. Og sum foreldur er tað bæði ábyrgd, skylda og rættur okkara at ala børnini upp eftir bestu sannføring.

Í dagsins samfelag hava vit lutvíst latið tað í hendurnar á dagstovnum og dagrøktarum at umsita hendan so sera týðandi partin av uppgávuni. Sambært fyrstu grein í dagstovnalógini skal hetta gerast í samráð við foreldrini. Dagstovnar eru ikki smá fullveldi í landinum, har foreldrini missa sín ognarrætt til børnini. Dagstovnar eru í tænastu fyri foreldrini. Uppgávan hjá námsfrøðingunum snýr seg fyrst og fremst um við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. (Hetta er fyrsta endamálsorðing í dagstovnalógini, §2, 1. stk.).

Fyri at eftirlíka øllum og ikki gera seg mentanarliga inn á nakra barnasál, er sera umráðandi, at námsfrøðiliga arbeiðið er so neutralt, sum gjørligt. Ongin indoktrinering, ongin skeikling av viðkvæma barnasinninum eigur at finna rúm á dagstovni. Onki námsfrøðiligt virksemi, sum undirgrevur suverena rætt foreldranna at leggja sítt í børnini, kann fara fram á stovninum. Og verður nøkur uttanhýsis roynd gjørd at ávirka børnini andaliga, mentanarliga ella á annan hátt uppalingarliga, má hetta sjálvandi gjøgnum tætta filtrið hjá foreldraráðnum og samtykkjast av foreldrunum fyrst. Hesum er dagstovnalógin trygd fyri, har júst leiklutur foreldranna hevur sterka støðu. Og er nakað ivamál, hevur í fyrsta lagi kommunan eftirlitið við stovninum, meðan landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið.

Í farnu viku kom hvøkkur á mong foreldur, sum hava børn á dagstovni. Í tíðindasendingini Degi og Viku greiddu limir í felagnum fyri samkynd og onnur kynd frá, at ein ávís bók er at finna í dagstovnum kring landið. Bókin er hvørki spennandi ella innihaldsrík. Hon kann á ongan hátt javnmetast við fittu smábarnabøkurnar um Flekk hjá Eric Hill ella Mumi-bøkurnar hjá Tove Jansson. Mest av øllum líkist bókin eini skipaðari roynd at greiða okkara minstu, sum enn ikki eru farin í skúla, frá, at tað m.a. er í lagi at vera samkyndur. At alt er normalt og at øll eru normal uttan mun til frávik.

Tað tykist fyri nøkur fá at vera sera umráðandi at leggja hetta lítla sáðið í óspiltu og fruktagóðu barnasálina. Børn hjá foreldrum, sum í góðari trúgv lata námsfrøðingunum børn síni í varðveitslu. “Hetta er so meinaleyst – ein fitt lítil bók við litføgrum blýantstekningum og stuttum undirtekstum. Hetta kann ikki gera nakran skaða...” er boðskapurin frá teimum meiri líkasælu. Jú, lítla sáðið er meinaleyst, so leingi sum tað ikki festir røtur og fær frið at vaksa. Men fær tað frið, fær tað við tíðini sterkar røtur og veksur seg stórt og sterkt. Og broytir landslagið.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið eitt hav av góðum barnabókum út. Á allan hátt eiga vit at fegnast um tað megnararbeiðið, sum bókadeildin gjøgnum árini hevur staðið fyri. Tí giti eg, at ongin tilvitað her á landi hevur latið hesa bók framleiða til útbreiðslu á dagstovnunum. Talan er uttan iva um eitt mistak, sum lættliga kann rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á bæði bókadeildina og á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina burtur, áðrenn foreldur venda sær móti stovninum. Tað vildi verið spell, tí væl ber til at loysa trupulleikan í friði og náðum.

Tað er álvarsligt at siga børnunum hjá øðrum, hvat er rætt og skeivt, uttan at foreldur teirra eru vitandi um tað. Dagstovnalógin er trygd og verja móti øllum slíkum, og tí liggur ein stór ábyrgd á kommununum og landsstýrismanninum at røkja sínar eftirlitsuppgávur til lítar.

Hetta er eitt stórt mál, sum sær lítið út.

Bill Justinussen, løgtingsmaður