Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innbjóðing til Útnorðurráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús 11. og 12. juni

Týsdagin 11. juni og mikudagin 12. juni 2019 verður spennandi útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús.

Ráðstevnan er í tveimum:
Fyrri dagurin er skipaður við einum Barbershop tiltaki: Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini. Hesin parturin verður í Öström frá kl. 13.00 til 17.00. Skráin fyri dagin er heft við. 

Málbólkurin til Barbershop tiltakið er serliga menn – stjórar úr vinnulívinum og almenna geiranum og onnur, sum kunnu taka avgerðir.
 
Seinni dagurin er ráðstevna, sum er skipað við framløgum og kjaki: Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús. 

Ráðstevnan varpar millum annað ljós á:
• góðar royndir og úrslit at føra ein miðvísan javnstøðupolitikk
• hví tað er umráðandi at fáa menn virknar í hesum arbeiði
• ágóðarnar av kynligari javnvág bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum
• teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina 

Seinni dagurin verður í Smæruni frá kl. 8.30 til 12.30. Skráin fyri dagin er heft við.
Málbólkurin er fólk út vinnulívinum, politikarar, embætisfólk og starvsfólk í almennum stovnum, fakfeløg og onnur, sum hava áhuga fyri evninum.
 
Tiltøkini eru almenn og ókeypis, men neyðugt er at melda til: https://greengate.nemtilmeld.dk/2/
Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.


BARBERSHOP programme 11 june 2019.pdf

West Nordic conference programme 12 june 2019.pdf