Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini hevur stovnandi fund 18. januar 2018 kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til stovnandi fund - Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir krabbameini

Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini hevur stovnandi fund 18. januar 2018 kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58 í Havn.
 
Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúku og viðgerð. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, sum kunnu vera til stóran ampa, sum eingin tosar um. Endamálið við hesum bólki er at kunna hittast og tosa við fólk í somu støðu. Bólkurin hevur regluligar fundir, skipar fyri hugnaløtum, upplýsandi tiltøkum o.ø.
 
Hevur tú hug at verða við? Boða okkum frá umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959 innan mikudagin 17. januar kl. 12.00.
 
Myndin er frá fyrilestri um seinfylgjur í september 2017