Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innbjóðing til hátíðarløtu 29. nov. 2011

Kærleikskúlan 2011 - Innbjóðing

Týsdagin 29. november kl. 10 skipar Dugni saman við Listasavni Føroya fyri hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at vit avdúka Kærleikskúluna 2011.

Kærleikskúlan 2011 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2011, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Á hátíðarløtuni fer stýrið fyri Dugna at heiðra eina fyritøku, ið er ein virðilig fyrimynd fyri, hvussu arbeiðsgevara á ein góðan og uppbyggjandi hátt kunnu fáa fólk, ið bera brek, at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, flytur fram røðu.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt barn á jørðini.

Kærleikskúlan 2011 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 30. november til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til fyrimuns fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika.

Skrá

 Kristina T. Larsen, stjóri á Dugna bjóðar vælkomin.

 Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, flytur fram røðu.

 Kærleikskúlan 2011 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

 Johan Samuelsen, stýrisformaður í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna til eina virðiliga fyrimynd.

 Kaffi og smákøkur frá Dugna verða at fáa.

 Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2011 henda dagin í Listaskálanum.

Tað er okkara ynski og okkara vón, at tit vilja koma til hátíðarløtuna, til frama fyri fólki við skerdum arbeiðsførleika.

Øll eru vælkomin