Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MYndina hevur Randi Ward, tikið.

Innanfyri klanin ræður muskiteravtalan og fult fólkastýri

Gott gamalt: Skuldi gera eini ørindi, og sat í bilinum og keddi meg. Trýsti á KvF knøttin, og datt inn á eina sending, tey har kalla ”Vitan”. Ikki vorðið, sum vitan. Tey vistu alt og svartasta onki.

Dan Klein, journalistur og eygleiðari:

Har sat ein vertur, og ein gestur, og royndi at klóka seg uppá um Føroyar kundi kalla seg eitt modernað samfelag. Tað kundi tað gott, var staðfestingin hjá teimum báðum,  aftaná at hava verið í rundborðspráti við seg sjálvar um vinarlag, kendskap og samstarv í nevnararbeiði, sum kloyvd vinarløg, og um hvussu ”klanlimir” vórðu tvingaðir at navigera í fólka-havinum.

Vit onnur kalla hetta ”klanir”, sum kravt verður, at ein ”hoyrir til” fyri at verða tikin í álvara, sum t.d. viðmerkjari, ella ein, ið kann sita í nevnd, ella er ein, ið verður mettur at vera borðbærur, at vera tikin í álvara, kann vera stjóri her, og leiðari har. Hevur ”reinføri” at arva ágóðar, sum onnur skulu hava førleika til, og eisini stríðast fyri at fáa.

Ein, sum ikki sleppur, ella ikki vil vera partur av  ”klanininum”, fær ikki somu sømdir, sum tey, ið eru inni.  Tey, ið eru inni í hitanum, hava eina óskrivaða musketer-avtalu, ella ein sjálvsensur, sum tænir bólkinum, og eru hesi sostatt altíð í andstøgn til tey, ið eru uttanfyri.

Hetta ávirkar journalistikk, meiningsdannarar, viðmerkjarar, løgfrøðisligar niðurstøður, politiskar niðurstøður, lániumsóknir í peningastovnum, prædikur í kirkjum og samkomum, og alt møguligt annað.  Klanstøðan setir sostatt fólkaræði út av funktión, tí týdningarmikið er, at ”muskiteravtalan í klaninum” heldur, at klanlimirnir altíð verða tiknir framum tey, ið eru uttanfyri.

Hetta hevur helst verið verri fyrr enn tað er nú. T.d. hava fleiri kenslu av, at peningastovnar heldur hava gjørt tænastur fyri klanlimir, enn rikið bankahandil. Í minni ella størri mun kann hetta enn vera galdandi.  Tveir peningastovnar selja t.d. hús, sum teir so hava ein framíhjárætt at fíggja.

Hesir peningastovnar hava kappingarneytar, sum eisini selja hús. Ikki allir kappingarneytar hava líka góða atgongd til fígging, men eru oftani tvingaðir at senda umbønir til peningastovnarnar, sum eiga sínar egnu sølubúðir av húsum, um fígging, og eru sostatt bundin av svari frá hesum peningastovnum, sum hava tann eginleika, at avgera um nakað ella onki hús skal seljast í Føroyum. 

Tað kann vera at peningastovnarnir vilja hava húsa-prísirnar upp, og kunnu tí eisini generelt nokta at fíggja, við teimum undantøkum, sum ein møgulig “muskiter-avtala” kann føra til, kan onkur halda. Her kundi bankin spælt sær við, “at klippa eina tá og høgga ein hæl”, men uttanífrá kunnu fólk hava kenslu av, at tað eru ”hini”, sum gjalda gildið, tá bankarnir mugu justera ”kúluramman”, og enn einaferð fáa at vita, at tað endar galið um ein skuldartyngdur klanlimur verður  tikin út úr líkningini um marknaðarkreftirnar.

Hetta ger, at ein, sum hevur rímuliga væl av pengum á kistibotninum, kortini ikki kann føla seg tryggan um hann ætlar at gera eina íløgu, sum annars hevur bestu viðmælir við sær frá serkønum, um hann ikki eisini er á ósjónliga limalistanum hjá klaninum. 

Her sýnast kappingartreytirnar at vera eitt skuffufelag við maskinskaða í mjørkatámi.

Og muskiter-avtalan merkir eisini, at annar kremmarabankin í húsum, ongantíð verður nevndur einsamallur. Báðir skulu nevnast, ella ongin. Tað ber ikki til at gera mun á klanlimum. 

Innanfyri klanin ræður muskiteravtala og fult fólkastýri.

Har eru øll líka fyri lógini.

Hetta hugtak var so tað, ið teir báðir, verturin og gesturin, royndu at klóka seg uppá í sendingini ”Vitan”, ið var endusend fyrrapartin.

Skal eg geva sendingini eitt skoðsmál, ið liggur millum 0 og 10, so fær sendingin eitt snøgt null. Men eg havi eisini tikið mær frælsi at hava mína egnu meining.

Nei, Føroyar eru ikki eitt modernað  samfelag, men eitt samfelag við alternativum klanstýrdum Jante-dómstóli, og kann samanberast við eitt tveyhundrað ára gamalt ”bygdasamfelag”, sum onkur hevur drigið fram til okkara dagar, og gjørt til tað  grundstøði, klanurin byggir á í dag.

Vælígagnist okkum fyri einari framtíð vit hava í væntu.

Dan Klein.