Innandura ítróttakappingar uttan áskoðarar
Føroya landstýrið hevur kunngjørt nýggj tilmæli í mun til korona.
Í hesum sambandi verður tilmælt, “at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.”
Tilmælini eru at finna á heimasíðuni korona.fo