
Ingrid stillar upp til løgtingsvalið
Hervið boðið eg frá, at eg stilli upp til
løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.
Eg eri uppstillað av Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag.
Seinastu nýggju árini havi eg starvast hjá Landsfelag Pensjónista, sum skrivari og samskipari. Eg haldi, at tað er umráandi politiskt at virka fyri at bøta livikor og liviumstøður hjá lágløntum og fátækraraktum pensjónistum og øðrum bólkum, ið hava tað trupult í okkara samfelag.
Fái eg møguleika at verða vald á ting, vil eg leggja serligan dent á at virka fyri at skapa eitt liviligt og rættvíst samfelag fyri øll – tey við lágum inntøkum skulu hava ein rættvísan part av ríkidøminum í landinum.
Tórshavn, hin 2. august
við heilsan
Ingrid S. Henriksen