Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ingrid Lindenskov: Rænd í luftini

Perlur: Aftaná at hava avvíst Ingrid Lindenskrov, á Dalbø í Miðvági, hevur skrivstovan hjá Mærsk í Havn, nú valt at taka í egnan barm og gjalda tað aftur, sum floterna hevði »rænt« frá henni á túri til Danmarkar fyri jól..... Oyggjatíðindi 13. februar 2004:

Ingrid Lindenskov, sum býr á Dalbø í Miðvági, váttar, at hon fekk ein skelk tá hon 18. ella 19. desember, hon minnist ikki heilt dagin, fór til Danmarkar við Mærsk-flogfarinum, at halda jól saman við børnum og ommu-børnum. Synd er at siga, at flogfarið var fult á túrinum, bara fimtan fólk, so flogternurnar høvdu stundir at taka sær av ferðafólkunum. Tá ið flogfarið nærkaðist byrjaði tann afturvendandi seansan við, at flogternurnar fóru runt til tey fimtan fólkini við seðlum, so ferðafólkini kundu krossa av fyri teimum vørum, tey høvdu hug at keypa.

Og Ingrid, ja, hon vildi so sanniliga eisini keypa sín part. Ikki minst til ommubørnini, sum bíðaðu spent eftir góðgætinum. Fyri at lætta um hjá flogternunum, hevði Ingrid Lindenskov lagt prísirnar saman, sum stóðu á innkeypslistanum. Hon hevði keypt fyri kr. 652,00.

So kom tíðin, tá ið flogternan kom runt og heintaði ordrarnar, sum síðani skuldu leggjast í plastikkposar og útflýggjast ferðafólkunum, sum tey flestu kenna tað.

Tá ið túrurin kom til Ingrid Lindenskov, legði hon peningin (kr. 652,00) inn í innkeypsseðilin og handaði flogternuni herligheitina.

- Tað er ongin ivi um, at flogternan visti, at eg legði peningin inn í seðilin, sigur Ingrid Lindenskov.

Ein góð løta gongur og so byrja flogternurnar hjá Mærsk at útflýggja posarnar, men tá ið liðugt var, var eingin posi til Ingrid, og tað gjørdi hon so sjálvandi eisini vart við, men ongin segði seg kenna nakað til posan, og soleiðis bleiv tað, líka til flogfarið lendið.

Men Ingrid Lindenskov vildi ikki í land fyrr hon hevði fingið vøruna, hon hevði goldið kontant fyri. Til seinast vóru trý starvsfólk umborð á Mærskflogfarinum um Ingrid, sum royndi at greiða hesa støðuna, men har gjørdist onki. Tey søgdu seg als ikki minnast til, at Ingrid Lindenskov hevði sitið í teirra flogfari, og bleiv hon tí nærmast trýst í land, har ommubørnini stóðu spent og bíðaðu eftir ommuni við góðgætinum, men har gjørdist onki.

Umborð á flogfarinum hevði miðvágskonan fingið at vita, at vørurnar, sum vóru útflýggjaðar umborð vóru taldar upp, og tað var peningurin eisini, og har passaði peningurin við tær vørur, sum vórðu útflýggjaðar.

Ingrid Lindenskov var eisini inni á Mærsk-skrivstovu, har alt gjørdi tað sama.

Hon fekk hvørki vøru ella pening aftur. - Eg eri sera skuffað, sigur Ingrid Lindenskov, sum heimafturkomin fór inn á skrivstovuna hjá Mærsk í Vágunum, men har gjørdi bara alt tað sama.

Tá ið Oyggjatíðindir ringdi til hennara at fregnast um ferðina, undraði tað hana, at vit høvdu fingið nakað at vita um hendingina, men hon váttaði, at hon føldi seg illa hagreidda á túrinum til Danmarkar at halda jól.

Vit ringdu til Mærsk skrivstovuna í Havn, og greiddi leiðaranum har, Tommy Djurhuus, frá støðuni, og søgdu:

Ja, men Ingrid bleiv rænd umborð á Mærsk-flogfarinum?

- Ja, um man kann trúgva hasi søguni....

Pástendur tú, at Ingrid Lindenskov lýgur?

- Nei, men har man vera onkur misskiljing.

Hvussu kann hendan misskiljing greiðast?

- Tað er tað lættasta í verðini. Ingrid Lindenskov skal vera vælkomin á skrivstovu okkara, og eg skal eisini gjøgnumganga túrin, sum eisini er feldur niður á pappír, og vit síggja eisini hvørji starvsfólk hava verið við á túrinum, segði Tommy Djurhuus.

Vit takkaðu fyri vælvildina, og boðaðu Ingrid Lindenskov frá, at nú var málið loyst. Hon skuldi bara fara á Mærsk-kontórið í Havn, so skuldi hetta greiðast.

- Hvat sigur tú....

Ja, tú skal seta teg í samband við Tommy Djurhuus, leiðara á Mærskskrivstuvuni..

- Tað er fantastiskt, segði Ingrid Lindenskov, sum hevði tuskað frá Ib til Tip og frá Sofie til Lorenze, uttan nakað sum helst úrslit, og hon vildi, tá avtornaði, ikki avvísa, at hon aftur fór á flog við Mærsk.