Ingibjørg og Rani í Spaniastovu
Leygarkvøldið fara sangfuglurin Ingibjørg Hansen og gittarsnillingurin Rani Nólsøe at framføra eina røð av Frændur sangum hjá Rana og sangum eftir Diane Worwick, Witney Huston, Anne Linnet, Carpenters, Lenu Andersen v.m.
Hetta sangúrvalið er sjálvandi gjørt eftir sermerktu røddini hjá Ingibjørg, sum hon vann Ársins Songrødd við fyri nøkrum árum síðani.
Ingibjørg og Rani hava seinastu árini spælt ymsastaðni í landinum, og í søguligu Spaniastovu verður høvið at hoyra tey framføra bæði føroyskar- og altjóða tónar.
Dyrnar lata upp kl 20. Atgongumerki fáast í Leikalund og kunnu bíleggjast á tlf. 457151.