Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inger Smærup Sørensen: Yvir borð

Tekningar hjá Bárði Oskarsson

Framsýning í Gallarí Stephanssonshúsi friggjadagin 24. mai klokkan 16. Øll eru vælkomin.

Inger Smærup Sørensen:

Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum rúmi. Hinvegin hvílir strikan í sær sjálvari, er leys og opin og skilnaðurin millum tað figurativa og tað abstrakta er flótandi. Á sama hátt eru sterkir narrativir lutir í tekningini og nógvar smáar søgur verða sagdar, samstundis við, at myndin bara er til staðar, merkt av endaleysari ró og hvílir í sær sjálvum og síni egnu stillu tilveru. Tað er bæði narrativt og ikoniskt. Bæði teatralskt og burturhugað. Bæði illustrativt, tað hevur nóg mikið í sær sjálvum og er á sama hátt og strikan um somu tíð er stýrt og tilvildarligt, og setur eins og strikan bæði sjónlig og ósjónlig fótafar á pappírinum.

Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir.

Millum óteljandi forskjótingar og mótsetningar, millum sjónlig og ósjónlig spor, millum endaleys skift milum tað lágmælta, intima, lyriska og tað meira intensa ekspressiva, millum tað narrativa og tað ikoniska, og millum tað poetiska, vakra og tað hættisliga, er ein kroppur í tekningini hjá Bárði Oskarsson. Eitt fast grundarlag, ein fysisk vera. Kroppurin er miðdepilin í listini hjá Bárði Oskarsson, kroppurin er atgongd menniskjans til eina fatan av heiminum, menniskjan er í heiminum sum ein kroppur og kann einans fata seg sjálvan og sítt umhvørvi gjøgnum kroppin. Men strikan er eisini í sær sjálvum merkt av einum serstøkum kropsleika, hon er fysiskt til staðar á sama hátt sum kroppurin, hon er eitt slag av liklamliggerð av handarørslunum. Á henda hátt verður samband millum teknaða kroppin og strikuna, sum kroppurin er teknaður við, tey eru grundleggandi ólík, men eru allíkavæl partar av hvørjum øðrum. Tey eru tað sama, men ikki tað sama.