Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

INDONESISKI SENDIHARRIN HITTI HEÐIN MORTENSEN

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hitti í dag indonesiska sendiharran, Bomer Pasaribu.

Á fundinum umrøddu Heðin Mortensen og sendiharrin ymisk mál av felags áhuga.

Bomer Pasaribu er komin higar at kunna seg um bygnaðin í Tórshavnar kommunu og fyri at fáa innlit í vinnuliga virksemið við serligum denti á burðardyggan búskap og trivnað.

Indonesiski sendiharrin sýndi serligan áhuga fyri stóru útbyggingunum, sum kommunan eitt nú hevur í umbúnað á havnalagnum hjá Tórshavnar havn og golfvøllin á Glyvursnesi, ið hann sá sum spennandi lið í støðugu menningini av ferðavinnuni. Onnur evni vóru eisini á breddanum – millum annað burðardygg fíggjarstýring, vegakervið og onnur teknisk øki í kommununi.

- Vit vita, at Tórshavnar kommuna er í beinharðari kapping við umheimin um fólkið, tænastur og vørur. Indonesiski sendiharrin hevur drúgvar altjóða royndir, og tí var fundurin eisini eitt gott høvi at umrøða støðu og møguleikar okkara sum miðdepil í Norðuratlantshavi, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin og indonesiski sendiharrin vóru samdir um at kanna møguleikar fyri samstarvi. Serligur dentur varð lagdur á sínámillum samstarv innan útbúgving og vinnulív.

Ein av høvuðsvinnunum í Indonesia er oljuvinnan. Og tí var eisini tosað um eina møguliga komandi oljuvinnu í Føroyum og um útbúgvingarsamstarv innan maritima økið. Sum oyggjaland hevur Indonesia eisini stóra fiskivinnu.

Áðrenn leiðin gekk víðari á Fróðskaparsetur Føroya beyð sendiharrin Heðini Mortensen at vera vælkomnan til Indonesia sum liður í menningini av víðari samstarvi.

- Skulu vit styrkja okkara høvuðsstað – og harvið alt landið – er neyðugt at byggja upp samstarv við onnur lond. Tí er tað avgjørt áhugavert við víðari samstarvið við stóra oyggjalandið í Asia. Ikki minst tá vit hugsa um eina møguliga oljuvinnu í Føroyum, sigur Heðin Mortensen.

Umframt at vera sendiharri er Bomer Pasaribu professari í búskapi. Haraftrat hevur hann sitið í Indonesiska tinginum í 22 ár umframt at hava verið ráðharri í eitt styttri tíðarskeið.