Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Indiski sendimaðurin á vitjan í Vinnuhúsinum

Í gjáramorgunin morgun var indiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Ajit Gupte verið á vitjan í Vinnuhúsinum. 

Sendimaðurin kom á vitjan til Føroya sunnudagin og skal á ferðini kunna seg um føroysk viðurskifti. Umframt at vitja Vinnuhúsið og fáa kunning um m.a. føroyska vinnu og føroyskan inn- og útflutning skal sendimaðurin vitja fyritøkur og almennar stovnar.

 

Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men enn er útflutningurin til India lítil ella eingin. Indiski búskaparvøksturin hevur seinastu árini ligið á 7,5% um árið og er sostatt sera skjótt vaksandi og tann fimt størsti í heiminum.

 

Indiski sendiharrin nýtti møguleikan at kunna um møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at luttaka á Gujarat Global Summit 2019, sum er ein stór vinnuráðstevna, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í januar. Sendimaðurin mælti føroyskum fyritøkum, sum hava áhuga í indiska marknaðinum um at leita sær til hesa vinnuráðstevnuna.