Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ímeðan vit bíða eftir ultimativa ráninum

Tórbjørn Jacobsen:

Vanliga verður sagt, at einasti einaræðisharrin, sum eftir er í Europu, er hvítarussiski forsetin Alexander Grigoryevich Lukashenko. Helst er hetta hugtak rætt, táið vit umrøða suverenar statir. Kortini finst ein annar demokratiskt valdur einaræðisharri í einum donskum hjálandi í Norðurhøvum, sum hevur fingið hesa somu tign, tí at størsti flokkurin í landinum, Sambandsflokkurin, fullkomuliga hevur avmonterað seg sjálvan sum politiskt fyribrigdi og valdsfaktor, bara fyri at sjaldsami formaður teirra kann sita á trónuni, meðan samfelagið verður brætt niður í herðindum av óvanligari høgraekstremismu – fyri ikki at siga radikalari neokonservatismu.

Kend er søgan um galløra rómverska keisaran Caligula, sum hevði ætlanir um at seta sítt egna ross í starv sum konsulur – hægsta embætið í gamla rómverjaríkinum eftir ríkisovastan sjálvan. Onkur heldur enntá, at hann bleiv settur í hetta tignarliga starv. Støðan er hin øvuta í Føroyum anno 2012, har konsulin í Kvíggjartúni á Argjum hevur ein óvitandi og hendinga bláoygdan gangara spolandi leysan í túninum úti á Tinganeshelluni, nú hælur hansara er slitin úr svørðinum og øllum skipaðum jørðildi. Við víðopnaðari bringu tekur hann ímóti einum høgrahøggi fyri og øðrum eftir, so hóskiliga sligin, at vitið ongantíð fær runnið á skallabeinini, meðan knæskelin heldur stand.

Einaræðisharrar valdast tó, ein teirra, Lucius Quinctius Cincinnatus, stríddist við hyppiveltu sína fyri nærum fimm og tjúgu hundrað árum síðani, við miðjarðarhavsins strendur, tá landsmenn hansara heittu á hann um at taka leiðsluna í landinum, sum diktatorur, nú Ríkið var komið sær illa fyri í víggi. 16 dagar seinri legði hann starvið niður, hann hevði greitt ætlaða setningin, málið, vunnið stríðið á mótstøðumonnunum, bjargað landi sínum, og frælsa lívið sum traðarmaður kundi halda fram.

Øðrvísi er í Føroyum. Einaræðisharrin, Jørgen Niclasen, er farin í víggj við sítt egna fólk, og systematiskt knúsar hann meginstólparnar undir føroyska samfelagnum sundur í stumpar og stykkir. Ein røð av ránum eru framd hetta árið hann hevur havt alt valdið yvir donsku koloni´ini Føroyar. Fráboðanin um tað ultimativa ránið fór um varrar hansara í beinleiðis samrøðu við Finn Koba í Svf hin 01. oktober 2012:

Finnur Koba: ”Tilfeingisgjald tosa tit um, er tað semja í samgonguni um tilfeingisgjald?” Jørgen Niclasen: ”Vit eru samd um í fíggjarkarmunum, gjald á fiskivinnuna og alivinnuna, og vit hava sett eitt tal 120 milliónir krónur. Vit arbeiða bæði við alivinnuni og fiskivinnuni, at vit skulu fáa skipað tað so, vit eru ikki komin á mál við tí, men vit eru samd um, at vit skulu hava tað, vit eru samd um talið, so tað er ógvuliga umráðandi, tað eru tvey ting sum eru í tí, samstundis sum vit vilja hava gjald av ekstraordinerum vinningi, av hesum báðum vinnunum, mega vit eisini tryggja teimum varandi karmar, hetta her við at loyvini forsvinna í 2018, saman við alivinnuni, vit mega tryggja karmar til vinnuna, og so taka vit eitt gjald av ekstraordinerum vinningi, tað er málið, - arbeiðið er ikki liðugt.”

Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær, verður sagt. Tað sum hesin føroyski varianturin av Peter Brixtofte í veruleikanum sigur, er, at samgongan er samd um at privatisera øll veiðirættindi hjá føroyska fólkinum í allar ævir. Orðini eru greið, og tulkingin fær ikki verið onnur enn hon, at málið hjá Kaj Leo, Jenisi og Kára eru tey somu sum hjá Jørgen, at 2018-fyribrigdið verður lúkað úr lógini um vinnuligan fiskiskap, og at verandi loyvi verða gjørd varandi – um aldur og ævir allar. Júst øvuta gongdin av tí, sum hendir í Íslandi í løtuni, har fólkið av ringum royndum miðvíst fer eftir at taka hendan privata ognarrættin á landgrunninum frá bourgeois´inum aftur. Hesin, sum fleiri halda var meginorsøkin til búskaparskrædlið hjá grannunum fyri vestan.

Ideologiska ørvitisgongdin hjá Fólkaflokkinum, sum tók seg upp í 70 og 80-árunum, verður í hesum døgum knæsett sum veruleiki í dagsins Føroyum. Alt, sum Óli Breckmann profeteraði í Dagblaðnum fyri tríati árum síðani, verður nú sett í verk av servanda apostli hansara. Svarti búskaparskúlin í Chicago er fyrimyndin, og tað sum Jørgen fæst við í hesum døgum er at geva føroyska vælferðarsamfelagnum sama heilivág, sum IMF og Heimsbankin brúka til sjokkterapi í tilafturskomnum londum, sum eru komin á ørmundarhús. Endaleysi tørvurin á fremmandum kredittum gevur hesum íhaldnu trællum heimildina at raka og skrúva sum teir vilja í samfelagsbygnaðinum í hesum londum. Búskaparstøðan í Føroyum heimilar á ongan hátt, at farið verður fram á hendan hátt.

Ferðin er nógv, tað ræður um at handla áðrenn nakar raknar við. Áðrenn nakar varnast, og langt fyri at nakar kennir veruliga konsekvensin av tí, sum parlamentarisku atkvøðuneytini á Løgtingi, við bindi fyri eygunum, konvertera til lógir og kunngerðir. Tað tykiskt sum at fólk, fjølmiðlar og andstøða als ikki eru mentalt gearað til at fara upp ímóti hesum idologiska og ekstremt høgravenda tramansskapi. Alt verður tikið á bóli, nú Føroyar flyta seg frá einum rímiliga siviliseraðum vælferðarsamfelag til eitt meira ella minni anarkistiskt bøli, har tað bara ræður um at tryggja nomenklaturuna hjá einum ávísum flokki og onki annað. Óbótakatalogið, eftir eitt ár á politiska Parnassinum, er ikki tespiligt á at líta:

• Flatskattur – pensión. Øll vistu at lønarskatturin var ov høgur, men bara at veita teimum vælbjargaðu og múgvandi ein ófíggjaðan lætta, tað er sosialfascisma við lít, og tá so fyribils fíggingin er eitt desiderað rán av fæi hjá komandi ættarliðum (pensiónirnar), so hongur hesin ríkmannalættin als ikki saman í longdini.

• Landsbankin (og Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin). Bankarnir, supermarknaðir við pengum, eru nú av álvara slopnir uppí gullkálvadansin hjá Jørgen. Hava tikið kvørkratak um kálvin hjá Óla, og úrslitið er, at allur hesin peningurin hjá fólkinum, milliardir, nú fer at fossa úr Landsbankanum niður í privatu transaktiónirnar hjá hesum kapitalistisku heksadansarum. Skemtandi kundi man spurt, um Landsbankin ikki bara kundi verið útlisiteraður til JFK-koncernina, har nýggi superstjórin (LA) hevur at kalla allan sín áhuga og øll síni akker liggjandi kortini? Og hóskandi kundi verið spurt, um hetta hevði borið til nakrar aðrar staðir í heimi, at oddvitin í eini so sentralari funktión, sum Gjaldstovan skuldi verið, kundi sitið sum ein eiturkoppur, spjaddur kring um í privata megin vinnusegmentinum umframt í sínum almenna starvi.

• Búskapargrunnin tømdu teir í Kvíggjartúni at kalla alt fyri eitt, og nú fara teir eftir Húsalánsgrunninum, Realinum og Búnaðargrunninum.

• Búskaparráðið og Hagstovan fara sama vegin.

• Fakfeløgini vóru trýst í botn og sleptu gomlu meginregluni um lønarhækkingar í prosentum. Úrslitið varð, at Jørgen slapp at taka avgerð um, hvussu sosiali elevatorurin í fakfeløgunum skuldi lyftast og lorast.

• Bókasøvnini tódna munandi í fíggjarlógaruppskotinum 2013, og Tjóðpallurin hevur næstan fingið mønustingin. Ein systematisk niðurbræðing er hartil farin í gongd av Mentanargrunninum.

• Havrannsóknarskipið, sum hevði verið liðugt tíðliga í 2014, um leisturin vit løgdu varð fylgdur, er nú skotið so langt av politiskum haga, at alt bendir á, at Føroyar, lutfalsliga størsta fiskivinnutjóðin av øllum, helst ongar hav- og fiskirannsóknir kann gera í nærmastu framtíð, tá ”Magnus Heinason” ikki orkar meira.

• ES-granskingin fær onga fígging í fíggjarlógaruppskotinum, harvið fær føroysk gransking ein sovorðnan lúsing, at stígur kemur í eitt høpi, sum øll lond, ið ætla vøkstur og menning, leggja almikla orku í.

• Tey arbeiðsleysu vórðu skorin í útgjaldinum, og fyritíðarpensiónistarnir verða alt annað enn leskaðir í fíggjarlógaruppskotinum hjá Jørgen.

• Laðað verður upp í dyrnar á Sendistovuni í London. Neyðuga bindiliðið í Stóra Bretlandi, - sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning heilt síðani seinra heimstríð. Í grundini einasta alternativið til heimføðisásina Keypmannahavn-Tórshavn.

• Trygdarnetið burturav – Heilsuverkið – fær heldur ikki frið fyri longu fingrunum hjá samgonguni. Ongin trilkast við at gjalda til hesa trygdina, sum øll onkuntíð fáa brúk fyri á lívsleiðini, tí er tað ófatiligt, at sjálvt ein so vital funktión, sum sjúkrahúsini, ikki fáa frið fyri hesum politisku gavstrikkunum.

Ræning og rán. Á alljósum degi. Stólparnir og súlurnar undir føroyska samfelagnum verða tilvitað foyktar burtur. Politiskt mentanarloysi liggur sum ein køvandi dýna yvir øllum samfelagnum. Fólk flýggja yvir háls og herðar av landinum, undan regime´num hjá ideologiska fantastinum Jørgen Niclasen, og sjokkdoktrin hansara varpar áfram so magnfullar ravmagnsbylgjur út í samfelagið, at man øtast um, at hvørki fólk, miðlar ella andstøða ikki enn hava varnast, at fóturin er við at fara undan samfelagnum á sama hátt sum á kolossinum á leirfótum, soleiðis sum vit lesa um tað í bókini hjá Dánjali í gamla sáttmálanum.

Hugmóð og arrogansa eru við at fara við øllum. Í eini samrøðu í sjónvarpinum hin 16. oktober 2012 sigur Jørgen Niclasen orðarætt: ”Eg eri kanska meira kendur fyri at fáa ting at henda enn Høgni Hoydal”. Hvør mundi hugsa sítt. Men tann stóri spurningurin sum eftir situr, er, hvussu í víðastu verð tað kann bera til, at tann sosialliberali Sambandsflokkurin, sum einaferð hevði rúm á ovastu rókum fyri fólki sum Eilifi Samelsen, Lisbeth L. Petersen og Peturi Ellefsen, og hin supersosiali Miðflokkurin, frá fyrstum ideologiskt víðgirdur suðuri í sosialdemokratisku kommununi á Tvøroyri, hava latið hesi ránini henda, og hvussu tað kann bera til, at hesi hava svorið Jørgen eið, tá hann nú fer í holt við tað ultimativa ránið frá Føroya fólki, at privatisera landgrunnin á heilt fáar hendur og øll veiðirættindi á mið- og fjarleiðum í allar ævir, - tað man vera teimum flestu hin størsta gátan.

Reykurin, á indifferentu gomlu sjálvstýrarunum, fer í allar ættir, alt eftir hvønn vegin vindurin úr verøld blæsir, og har sum frægasta lønin og pensiónin er at finna, tí er ongin orsøk til at brúka farran av heilavætu til tað kompaníið.

Tímin er komin til broyting, siviliseraða bylting og eina nýggja framtíð, sum skal byggjast á samfelagsligu ruinirnar, ið sløðast allastaðni í kjalarslóðini eftir Jørgen Niclasen.