Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ímeðan tjóðin rópar eftir eini stjórnarlagsbroyting !

Dan Klein --- 23.10.2011 - 22:04

Ímeðan tjóðin rópar eftir eini stjórnarlagsbroyting !

- einasta alternativið í systemskiftinum er EFAD

tórbjørn jacobsen, veljari.

Kanska er tað í so vágið av einum, ið stendur á síðulinjuni, at róta seg uppí eitt valstríð, sum er á veg inn í sína mest intensivu fasu, nú bara ein lítil vika er eftir til la grande finale næsta leygardag. Viðmerkingin stendur bara fyri mína egnu rokning, og hon er skrivað, tí valstríðið kennist á sama hátt, sum táið mann í dagavís sigldi ígjøgnum ístokuna við vesturstrond Grønlands. Alt er lopið saman í mjørkanum. Tá var ein radari einum til hjálpar, men táið ongin politiskur radari enn er uppfunnin, so er veljarin givin upp fyri skutil.

Táið myrkrið hevur lagt seg, eru eisini allir køttar gráir, og hóast eg havi roynt sum frægast, dastið av lívinum, at fylgt politisku gongdini í áratíggir og sjálvur havi luttikið aktivt á pallinum, hevur samankókið ongantíð verið størri enn tað sama, - alt er farið upp í rulk.

Fullveldissamgongan gjørdi landgongd í desember mánað 2003. Val varð skrivað út, og í januar mánaða hendi tað, at ABC-flokkarnir kastaðu saman á fyrsta sinni síðani seinru stríðsárini. Tað kvøldið, táið tað lá og vigaði á, um hendan nýggja konstellatiónin gjørdist egg ella ungi ringdi Finnbogi Ísakson, sáli, til mín. Hann bað okkum gera alt fyri at steðga hesi royndini, tí hann var sannførdur um, at vignaðist ætlaða køkingin, so fór hendan afturhaldssamgongan at sita við valdinum í heimastýrinum tey næstu 40 árini.

Hesir jassarnir hava nú sitið við valdið í 7-8 ár. So illa er stjórnað, at hesi 40 árini í oyðimørkini kunnu nú avmarkast til ta vanlukkuna, sum longu er hend. Hendan royndin skrædnaði í vár, mest tí at teir ikki vildu kennast við sítt egna politiska produkt. Almenna skuldin er á leið tvífaldað og fæið, sum fekst burturúr einskiljingunum, eitt nú úr Føroya Banka, umleið 2,3 milliardir krónur tilsamans, er futtað av í einum skilaleysum politikki, sum fyrst og fremst Bárður Nielsen er eksponenturin fyri. Táið hann fór undir eksperimentið at reka ein topptunaðan ekspansivan fíggjarpolitikk í einum økonomiskum hásveipi, tá fór alt av sporinum, og tann samgongan, sum nú skal taka um endan eftir 29. oktober hevur fyrst og fremst ta tungu uppgávu, - at rudda og taka upp eftir ABC-eksperimentið.

Higartil hevur valstríðið givið veljaranum ta fatan, at alt bara fer at halda fram, sum um onki var hent. Kaj Leo heldur fram sum løgmaður, Aksel sleppur at vera aspirantur, varaløgmaður, næstu fýra árini, og so taka teir so hissini onkra politiska slintru burturúr eftirverandi rúgvuni, haldi Aksel nevndi Tjóðveldisflokkin, fyri at manna ein meiriluta, sum skal gøllhalda sambandsflokkarnar báðar við heitu heimastýrisradiatorarnar úti í Tinganesi eitt valskeið afturat.

Tjóðveldi hevur havt eitt ávíst samstarv við omanfyrinevndu flokkar síðani slitið í vár, samstarvað var um mál, sum akuttar áneyðir vóru á, og tað samstarvið hevur onki sum helst við komandi maktkonstellatiónir at gera yvirhøvur. Hevði nær sagt, at møguleikin fyri hesum er munandi minkaður síðani valstríðið byrjaði.

Sambandsflokkurin hevur turrgelt alt vit og skil í orðaskiftinum um búskapin við at leggja eina nýggja gummislangu inn í danska ríkiskassan. Blokkurin skal í minsta lagi tinast. Teir ætla at knýta Føroyar fastari at hjálandaveldinum, og táið teir frægastu tingmenninir eru lopnir í havið, Edmund og Magni, er lítið at heinta. Alfred Olsen, Bjørn Kalsø og Edva Jacobsen-týpurnar kunnu ikki brúkast til nakran framrættaðan politikk. Tey brúka bara bakspegilin at stjórna eftir, so galið er tað, at status quo ikki er teimum nógmikið. Tað er bara afturhald og meira afturhald.

Javnaðarflokkurin, sum er sambandskari enn nakrantíð, og hevur fingið sær ein nýggjan spunasmið í Virgari Dalsgaard, á Vágaportalinum, hevur enn einaferð roynt seg við einum bluffnummari. Eitt skattauppskot, sum sjálvandi skal lætta um hjá øllum teimum, ið virka í almenna sektorinum, men trupulleikin er bara, at fleiri búskaparfrøðingar siga, at matematikkin ikki hongur saman í roknistykkinum. Javnaðarflokkurin vil ikki út við grundtølunum, soleiðis, at onkur annar enn Sofus norðan frá Gjógv sleppur at rokna uppá tølini, tí ánar ongin hvørt høvd ella hali er í boðskapinum.

Hetta líkist teimum 10 boðunum, sum einaferð veitti teimum 10 tinglimir. Í 1990. 2 ár seinri fór samfelagið stútandi rabundus. Upp á seg størsta búskaparskrædl í vesturheiminum higartil. Hartil bendir alt á, at Hendrik Old er ávegis í tingið aftur, og táið hann og Gerhard Lognberg taka um róðursvølin í fiskivinnupolitikkinum, tá vita vit hvat klokkan hevur sligið.

Óneyðugt skuldi verið at sagt, at tað má og skal finnast eitt alternativ til hesa politisku deyðsgongdina, táið val hevur verið um eina lítla viku. Annars bera vit ikki boðini.

Tað tykist ikki, sum veljarin enn hevur skilt rættiliga, at samfelagið er í eini djúpari kreppu. Fyrst og fremst í eini fiskivinnukreppu, sum smátt um smátt er í holt við at leggja lunnarnar undir eina umfatandi búskaparkreppu. Áneyðir eru tí á eini samgongu, einum greiðum alternativi, sum setur sær nøkur neyv tjóðskaparlig mál at stýra eftir. Valstríðið hevur higartil snúð seg um reinar petitessur og smáligt túnatos og fyri at gera stutt av eigur hendan seinasta vikan at snúgva seg um:

· Búskaparliga endurreisn. Fíggjarnevndin hevur saman við løgtinginum lagt ein karm fyri, hvussu vit koma uppá turt aftur í seinasta lagi í 2016. Sáttin einsamøll ger onki, tað skulu umfatandi broytingar henda í fleiri samfelagsliðum, um málið skal røkkast. Ein sterk samgonga, við óræddum landsstýrismonnum, sum stýrir eftir greiðum tjóðskaparýtum, kann fremja neyðugu broytingarnar. Higartil hevur fíggjarnevndin roynt sum frægast at lagt kósina, men farandi landsstýrið hevði hvørki mið ella mál í nøkrum samfelagsmáli, laissez faire var hevdin, lat standa til, best man vera sum er, var rásin, stjórnað varð eftir. Tað ráddi bara um ikki at koma sær til illnar við nakran, soleingi kredittvirðið var so frægt, at lánast kundi til púrgjørda politikkin og ovurnýtsluna. At reytingin fall við einum stigi tóktist heldur ongan ampa at geva teimum.

· Fiskivinnupolitikk. Meðan alt bendir á, at tær púrgjørdu konservativu kreftirnar hava fingið ræðið á Sambandsflokkinum aftur, og Hendrik Old er komandi sjefdomptørururin í fiskivinnumálum hjá Javnaðarflokkinum, saman við Gerhardi Lognberg, man lítið vera eftir av tí konstruktivu semjuni um m.a. burðardygga veiði, sum vit skrivaðu undir suðuri í Tinganesi hin 20. apríl 2011. Jørgen Niclasen segði fríggjadagin, í framløgusendingini hjá Fólkaflokkinum, at ein flokkur er sum tey menniskju, ið manna hann. Hendir eitt skifti hjá Radikalu Sjálvstýrarunum eftir valið, so kann eitt rættiligt paradigmuskifti henda í hesum áður so stokkkonservativa flokki, táið tað ræður um fiskivinnupolitikk. Legði merki til, at hin sera skilagóði virkisleiðarin á Tavuni í Leirvík, Jóan Magnus Rasmussen, valevni, segði hesi orðini, tá hann slapp framat lurtinum: ”Eisini er sera umráðandi, at vit arbeiða fyri at fáa eina góðkenda burðardygga fiskivinnu, soleiðis, at ikki bara vit halda, at vit fiska burðardygt, men at vit gera tað í samstarvi við allar teir stovnar, sum t.d. ICES o.s.v., fyri at vit kunnu fáa góðkent, at vit fiska burðardygt. Og vit eiga eisini at virka fyri, at tað verður gjørt so skjótt sum møguligt, soleiðis, at virkir og skip kunnu fáa tær góðkenningar, sum tíðin krevur t.d. MSC-góðkenning. Hetta er alt sovorðið, sum Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri.” Kenni eg Jóan Magnus rætt, hevur hann hugsað seg væl um, áðrenn hann hevur latið hesi orðini falla, so mikið meira merkisverd eru tey. Og somikið nærri eru Tjóðveldi og Fólkaflokkurin og Framsókn og partar av Sjálvstýrisflokkinum einum skilagóðum fiskivinnupolitikki.

· Tjóðarbygging. Hesi seinastu 7-8 árini hava verið merkt av danskari tjóðarbygging. Endamálið hevur verið at vevja okkum uppí allar møguligar danskar skipanir, fyri at magadraga tjóðina fyri ta uppdrift, sum hevur verið mergurin í samfelagnum, síðani tjóðskaparrørslan tók dik á seg, fyri stórt hundrað árum síðani. Á øllum mótum má dubbast av nýggjum. Í Kringvarpi, í sínari tíð fremsti tjóðarbyggjarin av øllum, sum agaleyst er danifiseraður meira enn nakrantíð hesi seinastu árini. Á útbúgvingarstovnum og á Universitetinum. Í frálærutilfari, bókaútgávu, sjónleiki, filmslist o.s.fr. Eisini ber til at semjast um eina veruliga stjórnarskipan, nú soldað er frá, og vit vita hvar fólkið stendur á politiska talvborðinum.

Kaj Leo Holm Johannessen situr sum ein annar croupiari, fæhirði, við spæliborðið, og býtur óveruligar danskar matadorpengar út til sínar veljarar. Sum ein croonari syngur hann mjúkligar sangir, sum fáa hvørt gentuhjarta at skelva, fyri at beiski føroyski veruleikin, ið hann er fremsti ættfaðirin at, sum best skal fjalast fyri veljaranum fyri valið leygardagin.

Serliga Dimmalætting hevur, av røttum, spurt upp í saman aftur í oddagreinunum hesar seinastu vikurnar, og hartil í Polimetrinum, hvørjum flokkarnir ætla sær at samstarva við. Og álvaratos, her er okkurt spinnandi galið, um tað ikki finnist okkurt alternativ, væl meiri politiskt mergjað enn Kaj Leo, á politisku krambahillunum, nú sópast skal - eftir at ABC-samgongan síðani 2004 uttan mið og mál hevur stjórnað okkum út í ein tronga.

Tað er væl skiljandi, at sambandskir javnaðarmenn, sambandsmenn og serstakliga danir sita sum connaisseur´urin og kela og kína juvelinum, gimsteininum, sum er hentasta amboðið teir kunnu finna í politisku skipan okkara, fyri at varðveita valdið á skeivum hondum.

Stundin er komin, at tjóðskaparflokkarnir taka saman hendur, skipa eina samgongu eftir valið, sum í hvussu er miðar eftir Republikkini. Helst skal hon røkkast, tað er sjálvandi ein temperamentspurningur, men koma vit meira enn hálvan ella trífjórðingsvegin í einum valskeiði, so er tað heldur ikki at forsmáa. Tí skal mítt tilmæli verða, at Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin skipa samgongu eftir lagnuvalið leygardagin. Óvist er hvussu stjølurin verður á Gamla Sjálvstýrinum, táið valhølini eru afturlatin, men verður úrslitið so progressivt, sum onkrar ábendingar eru um, so er ein EFAD-samgonga einasta alternativið til tað verandi, sum als onki alternativ er yvirhøvur.

Fáa tjóðskaparflokkarnir meirilutan leygarkvøldið, eigur fyrsta raðfestingin at vera at skipa eina tjóðskaparliga savningarstjórn, sum megnar at venda skeivu gongdini hesi seinastu 7-8 árini og at leggja samfelagið aftur á eina trygga fullveldisleið. Sambandsflokkarnir eru dumpaðir við einum braki, - takið verður at skipa EFAD-samgonguna. Politikkurin er alfa og omega. Stríðið um, hvør ið skal loysa Kaj Leo av, hevur aðru raðfesting, og tað eiga Høgni, Poul, Annika og Kári onkursvegna at sáttast um – føroysku tjóðini at gagni og til mesta frama.

Gott val !