Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íløgur í frítíðarvirksemi MVG-fríar í trý ár afturat

Felagsskapir, stovnar og grunnar fáa MVG endurgoldið fyri íløgur í almannagagnligt virksemi í trý ár afturat.

- Íløgur í frítíðarvirksemi, sum øll í samfelagnum fáa gagn av, hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og tí vil landsstýrið endurgjalda MVG'ið av slíkum íløgum komandi trý árini.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot um broytingar í MVG-lógini fyri Løgtingið.

Hesar broytingar í MVG-lóggávuni bera m.a. í sær, at freistin hjá felagsskapum, stovnum og grunnum at søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi verður longd.

Eftir uppskotinum verður møguligt at fáa MVG endurgoldið fram til og við 31. desember 2015.

- Vónandi vil longda tíðarskeiðið við MVG-endurgjaldi elva til, at fleiri íløgur verða gjørdar í eitt nú ítrótt og aðra mentan.

- Ein síðuvinningur av, at MVG-endurgjalds tíðarskeiðið verður longt, skuldi gjarna verið, at heimliga byggi- og tænastuvinnan verður stimbrað, tá ið felagsskapir, stovnar og grunnar gera sínar MVG-fríu íløgur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Broytingin í MVG-lógini fylgir tilmælum frá Búskaparráðnum og Landsbanka¬num um at seta í verk búskapar- og konjunkturpolitiskt tiltøk.