Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki tamarhald á rakstrarútreiðslunum í Tórshavnar Kommunu

Sitandi samgonga í Tórshavnar Býráð hevur í tíðarskeiðnum 2017-2020 økt samlaðu rakstrarútreiðslurnar við umleið 105 mió. kr. Í sama tíðarskeiði eru útreiðslurnar til fyrisiting hækkaðar við yvir 10 mió. kr.

Vert er eisini at leggja til merkis, at inntøkurnar í sama tíðarskeiði klára ikki at fylgja við útreiðsluvøkstrinum, tí inntøkurnar vaksa seinni við umleið 95 mió. kr.

Hesar útreiðsluhækkingar hava m.a. havt við sær, at avlopini, sum eru ætlað til íløgur, eru tornað ella minkað, og tørvurin á lántøku vaksin.

Eitt vita vit, og tað er, at trøðini vaksa ikki inn í himmalin, tá um ræður inntøkur.

Kommunalu inntøkurnar hava uttan iva nátt einum evsta marki og væntast kann ein ávís stagnatión í inntøkunum komandi árini, serliga vegna koronastøðuna og tess búskaparligu avleiðingar. Tí má venda koma í útreiðslustýringina hjá kommununi.

Tað skal sterkur ryggur til at bera góðar tíðir verður sagt, men í góðu tíðunum seinastu 4 árini, hevur sitandi samgonga í Tórshavnar Býráð ikki megnað at hava tamarhald á rakstrarútreiðslunum.

Vit vita, at rakstrarútreiðslur, herundir fyrisitingarútreiðslur, eru nærmast ógjørligar at lækka aftur - eitt nú í mun til íløgur, sum betri kunnu broytast alt eftir, hvat ráðini og orka er til at fremja av íløgum.

Spurningurin er eisini, hvørjum útreiðsluvøksturin kemur til góðar - er tað t.d. sum betri tænastur beinleiðis til borgaran ella er hetta einans til fyrisiting og uttan, at borgarin yvirhøvur merkir nakað til fleiri og/ella betri tænastur? 

Her má vend koma í.

Skattaborgarans peningur skal í nógv størri mun koma vælferðini og borgarunum til góðar - og ikki brúkast til meira fyrisiting.

Lat okkum standa saman um Havnina.

10. november 2020 er kommunuval.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu