Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki talan um, Vestergaard!!

Landsjørðin skal ikki einskiljast

Jacob Vestergaard er landsstýrismaður fyri samgonguna millum Miðflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Hansara uppgáva er at fremja politiska viljan hjá hesum trimum flokkum í felagi.

Grundarlagið er samgonguskjalið, sum varð undirskrivað 14. novembur 2011.

Landbúnaðarpolitikkurin fyri hetta samgonguskeiðið er soleiðis orðaður:

“Hildið verður fram at dagføra landbúnaðarlóggávuna. Málið er, at vit í størri mun gerast sjálvbjargin innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri. Arbeiðið at varðveita føroysk húsdjór verður raðfest frammarlaga.”

Her er ikki eitt orð um einskiljing. Skal ein landsstýrismaður reka politikk, sum ikki er avtalaður í einum samgonguskjali, skal hann fyrst tryggja sær fulla undirtøku í samgonguni. Tað hevur Jacob Vestergaard ikki gjørt í sambandi við hansara ætlanir um at einskilja landsjørðina. Tí verður landsjørðin ikki einskild, og tí verður heldur onki uppskot um einskiljing av landsjørðini lagt fyri Tingið í hesum valskeiðnum.

Eg eri hart ímóti at einskilja landsjørðina. Ongin eigur ella kann eiga náttúruna. Hon er givin øllum mannabørnum at búleikast í í felag. Ætt eftir ætt, øld eftir øld. Í Føroyum eru landsjørðin, bjørgini, firðir, sund og hav okkara náttúra. Ongin einstaklingur kann gera seg inn á rættin hjá hinum og ogna sær partar av náttúruni. Øll eru fødd líka og hava sama rætt til skaparverkið, uttan mun til ríkidømi annars.

At nøkur fáa brúksrættin til fjøll, firðir og hav í avmarkaða tíð fyri at gagna felagsskapinum, er náttúrligt og gott vinnugrundarlag. Men at taka eitt fjall, ein fjørð ella partar av havsins ríkidømi frá felagsskapinum og lata einstaklingum hesar ognir, verður ongantíð rætt. Hvussu við ókomnum ættarliðum, sum ikki eru uppi á døgum tann dagin, ein landsstýrismaður letur einstaklingum jørðina til ognar?

Tað skal ikki vera teirra vansi, at tey ikki vóru fødd júst til hesa tíð. Ongin politiskur myndugleiki hevur slíkan mátt, at hann vegna fólkið kann geva ella selja náttúruna til einstaklingar. Tí skaparverkið eigur seg sjálvt og kann ikki einskiljast.

Hinvegin, partar av landsjørðini eru longu privat ogn og tað verður ikki broytt, tí ognarrætturin er friðhalgaður.

Føroyar eru lítlar landafrøðisliga, einans 1399 ferkilometrar. Rásarúmið hjá náttúrumenniskjum er avmarkað. Øll tey mongu, sum njóta okkara fríu náttúru bæði til fjals og fjøru, eiga til allar tíðir frítt at kunna ferðast, har tey hava hug til tess. Fara vit at avmarka lítla rásarúmið og ogna einstaklingum fjøll, fjøru og firðir, verða tað mong, sum koma at kenna seg innilæst í egnum landi.

Júst fría atgongdin til náttúruna er avgerandi fyri trivnaðin hjá so mongum. Hon hevur so óendaliga nógv størri virði fyri fjøldina enn eitt fíggjarligt yvirskot hjá einstaka bóndanum.

Náttúran skal ikki gerast upp í pengum. Skaparverkið er ov dýrabært til at kapitalisera.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin