Ikki søkt um loyvi og skíta á kravboð
Perlur: Tummas Justinussen hevur ikki søkt um loyvi til hetta virksemi, og fær heldur einki loyvi frá kommununi. Byggisamtyktin loyvir hesum ikki. Eigarin av hølunum hevur fingið boð um hetta...Oyggjatíðindi 1. november 2006:
Í blaðnum skrivaðu vit soleiðis: - Í Runavíkar Kommunu verður ikki loyvi givið til at hava bilverkstað. Áhugaði eru beind á Lambareið ella yvir á Rituvíksháls.
Í telduposti, hava vit hava spurt borgarstjóran í Runavík, Hans Jákup Lamuagus:
Kann kommunan Upplýsa, nær Tummas Justinussen, hevur fingið loyvi at hava dekksentur í kjallaranum hjá Jónsvein Knudsen á havnaøkinum?
Sambært borgarunum í Runavík, so telur tað sera nógv fyri loyvi hjá Dekksentrinum, at eigarin, Tummas Justinussen er systkinabarn við formannin í teknisku nevnd, Regin Olsen.
Tá ið blaðið var farið til prentingar á middegi hósdagin, kom teldupostur frá borgarstjóranum. Her skrivar borgarstjórin. at Tummas Justinussen ikki hevur søkt um loyvi, og vildi heldur ikki fingið loyvi at hava eitt dekksentur á havnalagnum. Hóast borgarstjórin sigur, at eigarin hevur fingið boðini, so vóru stórar maskinur í fer við at asfaltera økið hósdagin.
Seinnapartin leygardagin vóru tær stóru asfaltmaskinurnar ikki at síggja, men har var framvegis aktivitetur í Dekksentrinum, hóast borgarstjórin segði soleiðis:
»Tummas Justinussen hevur ikki søkt um loyvi til hetta virksemi, og fær heldur einki loyvi frá kommununi. Byggisam-tyktin loyvir hesum ikki. Eigarin av hølunum hevur fingið boð um hetta...«
Sambært myndunum, Oyggjatíðindi tók seinnapartin leygardagin, vóru eingi tekin um, at Tummas Justinussen, hevur minstu virðing fyri boðunum frá Runavíkar kommunu um at pakka frekleikan niður í pappeskjur og flyta virksemi.
Jónsvein Knudsen, lokalur Bør Børson, eigur bygningin, men respekterar heldur ikki avgerðina hjá kommununi, skilst.
Tummas Justinussen er systkinabarn við formannin í teknisku nevnd, Regin Olsen, sum. var farið eftir bókini, skuldi havt steðgað virkseminum.
Men tað gjørdi hann ikki.Við til hesa avdúking hoyrir, at eigarin av bygninginum. Jónsvein Knudsen og fyrrverandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, hanga saman á sama flugupappíri, og tað telur ikki so heilt lítið tá umræður at fáa sømdir á røttum staði.
Teir hava báðir keypt seg inn í Klaksvíkar- og Runavíkar Timburhandil, og sum Oyggjatíðindi hevur avdúkað, kann hetta samband vera heilt gott fyri handilsligum vinningi. Segði nakar, at ein tænasta er eina aðra verd. Tað ger tað ikki verri hjá Nielsen og Knudsen, at borgarstjórin, Hans Jákup Lamhauge, nú eisini situr í bygginevndini fyri nýggja skúlan. Tað ger tað ómøguligt at koma afturumaftur eftir skeivum og ella ólógligum mannagongdum. Soleiðis hevur eftirlitið sett seg sjálvan út av spælinum.
Vit hava - í longu viðgerðini av kommunum, roynt at fingið viðmerking frá kommunala eftirlitinum hjá politistinum í landsstýrinum, men eisini hann hevur stungið høvdið í sandin og heilan í spritt.
----
Seinni eydnaðist tað kortini kommununi, at loyva hesum virkseminum á havnaøkinum. Kommunan flutti bara markið fyri havnaøkið longur oman, og soleiðis fær ávíst fólkaslag serligar sømdir, meðan Einglapressan fekk munnin fullan av halt-kjaft bommum. Hetta varð longu avdúkað í 2006.