Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki senda útlendingarnar heim

Til Johan Dahl, vinnumálaráðharra: Áheitan á vinnumálaráðharran, sum eisini umsitur útlendingamál, um at um at útseta heimsending av útlendingum.

Við hesum heitir Føroya Fiskimannafelag á vinnumálaráðharran um at biðja danska Útlendingastýrið um at útseta heimsendingina av útlendingunum, ið hava verið mynstraðir við føroyska garnaskipinum Anitu, til umstøðurnar hjá monnunum eru kannaðar og lýstar til fulnar.

Ongin greiða tykist vera á, hvørja støðu vanlukkan, ið hendi 11. februar, og sum kravdi eitt mannalív, hevur sett manningina í, nú einasta avleiðingin fyri teir er, at teir verða sendir heim.

Spurningurin, um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda sínar skyldur yvir fyri manningini, er ósvaraður, eins og nógvir aðrir spurningar um støðuna hjá manningini.

Tó at útlendingamál er danskt málsøki, so eiga føroyskir myndugleikar, í hesum førinum Vinnumálaráðið, at kenna ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum undir føroyskum flaggi verða virðiliga viðfarnir.

Málið hevur bráskund, tí sambært løgregluni skulu útlendingarnir sendast av landinum við fyrsta flogfarinum úr Vágum í morginsárið, mikudagin 12. mars.

Tórshavn 11. mars 2014

Vinaliga

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard

formaður