Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki rætt at áseta gjald fyri at ganga í haganum

Dan Klein --- 04.05.2017 - 09:15

RÆTTUR AT GANGA Í HAGANUM: Tað er ikki rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg, heldur løgmaður

Løgmaður heldur ikki tað er rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg. Tað svarar hann millum annað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, í skrivligum § 52a fyrispurningi um rætt hins einstaka at ganga í haganum

"Í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar," vísir løgmaður á.

Men Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað eru fleiri tvørgangandi atlit at taka.

"Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum", svarar Aksel V. Johannesen.

Løgmaður fer at at umrøða málið við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu eitt lógaruppskot kann orðast, har øll hesi atlit verða vigað upp ímóti hvørjum øðrum og lata tey standa í eini skilagóðari javnvág. Eisini verða bøndir, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur tikin uppá ráð, tá uppskotið verður orðað.

Lesið svar løgmans her: http://cdn.lms.fo/media/9555/svar-uppá-52a-fyrisp-nr-74-2016-um-rætt-hins-einstaka-at-ganga-í-haga.pdf


Um skrivligar fyrispurningar sambært § 52a í tingskipanini 
Løgtingslimir kunnu sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn, ella skal við skrivligari grundgeving boðast frá, at spurningurin verður ikki svaraður. Hesir spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.