Ikki pláss fyri vinnu
Perlur: Millum vinnurekandi í Runavíkar kommunu, og tey, sum kundu hugsað sær, at fingið eitthvørt virksemi upp í økinum, kom tað, sum ein skelkur, at kommunan hevur lagt økið niðanfyri vegin, har Glyvrar Bio, og Missiónshúsið er, út, sum grønt øki, ella eitt landbúnaðarøkið.
Greinin stóð í Oyggjatíðindum 4. juni 2010.
Talan er um stóru grønu flotuna innanfyri Statoil og flutningsfyritøkuna, OCD. og Smyril Blue Water. Hetta undrar, tí kommunan júst hevur givið loyvi til at hesar fyritøkur kundu keypa jørð, so møguleiki var at byggja munandi út til virksemi.
Tað, sum kann undra er, at kommunan hevur gjørt ein veg fram við allari fjøruni og inn til Bakkafrost, sum nógv hava tulkað, sum ein vegur til vinnuligt endamál, og tí skelkar tað, at eitt so stórt øki verður friðað, meðan kommunan loyvir Magn at trýsta seg niður við einari støð millum Høgaból og Stoypivirkið.
Vit fingu fatur í Magnus Rasmussen, borgarstjóra, og spurdu, um hann helt tað vera rímuligt, at so stórt øki í kommununi varð friðað.
- Nú er ikki talan um at friða økið, men at leggja tað út sum landbúnaðar- og grønt øki, og tað er nakað annað, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at tað er gott við grønum plettum, og tað er hetta, kommunan praktiserar.
Ein veruleiki er eisini, at økir eru á Rituvíkshálsi, og á Lambareiði til vinnuligt endamál, men tað kundi so Magn eisini verið mint á, áðrenn kommunan fór at geva tilsøgn til at kroysta eina bensinstøð niður innanfyri Høgaból, sum ikki verður annað enn ein forering, tá hugsað verður um hvussu nógv tað almenna hevur bløtt fyri at leggja hetta út til havnaøki.
Spurdur um vegin eftir fjøruni og heilt út til Bakkafrost, ikki er ætlaður til vinnuligt endamál, sigur borgarstjórin, Magnus Rasmussen, at vegurin als ikki er gjørdur fyri at skapa betri vinnuligar karmar, men at kommuna n hevur brúkt fleiri milliónir, fyri at leiða tungu ferðsluna eftir fjøruvegnum, so hetta kann spara slit á vegin omanfyri.
Ikki er frágreiðingin bara eitt sindur við síðuna av, men hon virkar eisini nokkso pillbýtt, tí ongin kommuna ger ein so dýran veg bara fyri at spara slit á einum øðrum vegi, men hetta er so mátin Runavíkar kommuna brúkar, at tosa vinnuna á helviti til, sjálvt um hetta økið er upplagt, og selt hevur verið burturav til vinnuligt endamál, og at jørðin í dag haraftrat er til sølu. Men her er ikki pláss fyri vinnuni.