![](/myndir/myndin-16584_r_705_0.jpg)
Ikki býráðslimir lønarhækking - men meirilutin
Ein rættleiðing um lønarhækking í Tórshavnar býráð, sum kom fyri á fundi í gjár.
Tað stendur at lesa á in.fo, í dag 24. mai, at býráðslimir í Tórshavn ætla í kvøld 24. mai at geva sær sjálvum risa lønarhækking upp á meira enn 15 prosent.
Hetta er ikki rætt.
Henda lønarhækking kemur bara at ávirka sitandi meiriluta og formenn og forkvinnur hjá sitandi meiriluta í býráðsnevndunum.
Sum býrráðslimur havi eg ikki viðgjørt hesar broytingar.
Eg taki tí ikki undir við fyriliggjandi uppskoti.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu