Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íkast til tær tríggjar sendingarnar í Kringvarpinum um fiskivinnuna og eftirfylgjandi kjak (sendar í Januar og í Februar 2015)

Tað var ikki við sørt av spenningi, tá ið sjónvarpið var tendrað fyri at síggja kjakið (The grand finale) millum sjónvarpsvertin og fiskimálaráðharran, eftir at tær tríggjar sendingarnar høvdu verði. Ikki gekk long tíð, ja so tóktist synd í vertinum, hann varð snøgt sagt negldur uppá veggin. Lítið hevur verið at hoyrt til vertin síðani kjakið, men vónandi er hann komin niðuraftur av vegginum uttan stórvegis skaða. 

Undarligt at síggja hvussu væl fiskimálaráðharrin var fyrireikaður uppá júst teir spurningarnar, ið vóru frambornir.

Ígjøgnum kjakið, kom ein fatan av, at verturin hevði funnið ein høvuðs trupulleika við skipanini. Hesin trupulleiki var, at tveir bólkar (línuskip og altjóða skip) høvdu fingu nakað av makreli tillutað?. Tað var ikki greitt frá ítøkiliga, hvussu nógv hesir bólkar høvdu fingið av makreli. Myndin niðanfyri vísur, hvussu nógv bólkarnir, ið talan er um, hava fingið, hvussu nógv Føroyar hava fingið við nýggjuavtaluni og hvussu nógv ið gamla avtalan hevði givið.

Heldur enn at fokusera á hví m.a. línuskipini fingu nakað av makreli tillutað, so kundi heldur verði fokusera á, hví tey fingu so lítið, og hví aðrir skipabólkar, ið vanliga fiska undir Føroyum somuleiðis eru við skerdan lut. Vøksturin í rættindunum kom, hóast alt, innan føroyskt sjóøki, har feløg, ið vara av hesum skipum, skuldu átt hesi rættindi.

Minnast skal til, at eingin skipabólkur hevur skaffa føroyingum nøkur søgulig rættindi til makrel undir Føroyum. Fiskiskapurin hjá russum gjørdi, at Føroyar vóru viðurkendar sum strandaland.

Tað at skip fáa lut í nøkrum, sum teir ikki sjálvir fiska, er ikki nakað nýtt, men hevur verið praktisera í nógv ár við m.a. umbýti av toski fyri svartkjaft, longu og brosmu etc.

Eitt, sum manglaði í sendingunum, var eitt yvirlit, sum vísur hvussu býti av makrelinum til teir ymisku skipabólkarnar hevur verið. Kanska hevði tað verið skilagott at komi við eini ella fleiri uppfylgjandi sendingum, sum objektivt vísa, hvussu øll rættindini í føroysku ali- og fiskivinnuni hava verið og eru útlutað. Slíkar sendingar høvdu óiva verið sera áhugaverdar, tí ikki er vist, at fólk eru greið yvir støðuna.

Meinhard Jacobsen Msc. Fiskivinnufrøði