Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ári Rouch

ÍF Føroyar er í menning

Jón Kragesteen: Ári Rouch er virkin í ÍF Føroyum í Keypmannahavn.

Eg skilji væl hvat Ingi Olsen meinar við, tá hann sigur, at “hondbóltsspælarar hugna sær í ÍF Føroyum” og hvørjum ávísum leikarum hann leggur eftir her. Eingin ivi um, at onkur leikari í ÍF Føroyum, hevði havt gott av at sloppi at roynt seg á hægri støði. Hví teir so ikki velja at gera tað, kunnu vera fleiri orsøkir til. Tað er ógvuliga tíðarkrevjandi, ikki bert venjingin, men eisini transport tíðin kann ofta vera long. Tá ein samstundis hevur krevjandi lestur og arbeiði við síðurnar av, og evnini kanska ikki røkka heilt til bestu deildina í Danmark, tá kann vera freistandi at slakka av við hondbóltinum. Tað er væl ein spurningur, hvussu nógv menn vilja ofra í mun til tað, sum teir eru fluttir til Danmarkar til, nemliga útbúgving.

Tá vit venja í ÍF Føroyum, “hugna vit okkum” ikki meira enn føroysku liðini gera tá tey venja í Føroyum. Vit venja líka hart sum føroysku liðini, tá vit venja. Okkara allarstørsta ynski er at sleppa venja meira, enn vit gera í løtuni. Trupulleikin er, at vit fáa ongar venjingartíðir, hóast vit hava gjørt alt vit kunna fyri at fáa fleiri tíðir. Vit vóna at fáa fleiri og betri venjingartíðir til komandi ár. Tíbetur hava vit fleiri leikarar, sum eru raskir at venja sjálvir við síðurnar av venjingini.

ÍF Føroyar hondbóltur riggar væl sosialt, men at siga at vit bara “hugna” okkum, er kanska í so nógv sagt. Sum felag arbeiða vit hart fyri at betra umstøðurnar, soleiðis at vit fáa møguleikar at betra okkum ítróttarliga. Her hevði HSF gjørt tað klókt at stuðla uppundir og betra um sambandið við felagið, tí vit meta, at tað er ein fongur fyri føroyskan hondbólt at hava eitt “føroyskt” lið, sum venur regluliga og spælir móti 11 ymiskum mótstøðuliðum í donsku 3. división.

ÍF Føroyar hondbóltur hevur skrivað eina frágreiðing um felagið saman við einum ynski um betri samband við HSF, men hevur einki hoyrt aftur frá HSF.

Eftirskrift:

Hetta er bara ein annar vinkul uppá evnið “at menna føroyskar leikarar”. Við at menna okkara “egna” lið í donskum hondbólti. Tað kann taka nøkur ár, men síðan felagið byrjaði aftur fyri 4 árum síðani, er nógv hent. Vit hava ment venjingina, hava stóra tilgongd av leikarum og liggja til at flyta upp fyri triðju ferð eftir 4 árum.

Ári Rouch, Keypmannahavn.