Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ídnaðarkemikaliu ávirka koppingarnar av børnum í Føroyum

Tíðindaskriv: Ein nýggj kanning frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sjúrkahúsverki Føroya, Syddansk Universitet, Statens Serum Institut, Københavns Universitet og Harvard University vísur, at ávís ídnaðarkemikaliu kunnu minka virkningin av barnakoppingunum móti difteritis og stívkrampa.

Tað snýr seg um tey sonevndu PFC-evnini (PerFluorinated Compounds), sum verða brúkt í ómetaliga nógvum ídanaðarhøpum, men eisini í gerandisvørum sum pizzabakkum, regnklæðum og bakipappíri. Øll koma vit í samband við hesi evni. Orsøkin til at skaðiliga árinið nýstani er uppdagað er, at evnini longu vórðu brúkt, áðrenn lóggáva um at gera royndir av kemikalium varð samtykt. Tey perfluoreraðu (PFC) evnini eru torfør at niðurbróta og rúgvast upp í føðiketunum, og tí hava granskarar leingi stúrt fyri møguligum vandum.

Tann nýggja kanningin, sum verður almannakunngjørd í Journal of the American Medical Association (JAMA, 25. januar 2012, síða 391-397) vísur, sum tann fyrsta av sínum slag, at evnini hava við sær álvarslig árini á almenningin. Kanningin er gjørd í Føroyum, har fólkið verður útsett fyri PCF, eisini gjøgnum kostin. Men eksponeringin í Føroyum er tó á leið tann sama sum í t.d. USA og í Danmark.

Granskararnir hava mált PFC í blóðroyndum frá kvinnum, sum eru við barn og frá børnunum, tá tey eru um 5 ára aldur. Børnini vórðu fødd tíðarskeiðið 1997 til 2000. Út frá innihaldinum av andevnum í serum hjá børnunum, tá tey vóru 5 ár og 7 ár, funnu granskararnir fram til, at barnakoppingarevni virkar verri, jú meira børnini høvdu verið útsett fyri PFC. Børnini vóru í størri vanda fyri ikki at vera nóg væl vard ímóti difteritis og stívkrampa, sjálvt eftir heili fýra koppsetingar. Tað týðiligasta árinið sást hjá teimum sjey ára gomlu børnunum. Her sást, at ein tvífalding í PFC-útsetingini hevði við sær eina hálvering av innihaldinum av andevnum. Harvið rakar PFC-dálkingin ein ómetaliga týdningarmiklan lið í fyribyrgingini.

Tíverri eru vit øll útsett fyri PFC, og kanning av einari blóðroynd vil næstan altíð avdúka eina rúgvu av PFC-sambindingum. PFC er eisini funnið í umhvørvinum, har eitt tað størsta innihaldið er mált í ísbjarnum, sum bendir á upphóping í føðiketunum. Tí bera mynduleikar og granskarar ótta fyri at hava yvirsæð møguligar vandar við PFC-dálking.

Við heilsan

Pál Weihe

Yvirlækni