Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íblástur frá ungum

Herfyri var ABC fundur fyri 14. ferð, tá eini 20 fólk frá ymiskum feløgum, stovnum og kommunum í ABC fyri sálarliga heilsu vóru savnað. Á degnum var serligur dentur lagdur á ung og sálarliga heilsu.

Saman skapa vit góða sálarliga heilsu millum ung
Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 vísir, at tað serliga eru tey ungu, ið siga seg vera ringast fyri sálarliga. Fleiri samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu hava seinastu tíðina ynskt í størri mun at leggja dent á ung og sálarliga heilsu. Tískil hevur Fólkaheilsuráðið í ár avgjørt, at høvuðsevnið í ABC vikuni er “saman skapa vit góða sálarliga heilsu millum ung”.

“Orsøkin til at vit leggja dent á, at vit saman skapa góða sálarliga heilsu millum ung er, at vit øll kunnu vera við til at ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu: samfelagið, nærumhvørvið og tey ungu sjálvi og tað er eitt samspæl ímillum hesi trý. Samstarvsfelagarnir kunnu m.a. vera við til at skapa karmarnar, ið ger tað lættari at styrkja sálarligu heilsuna” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Sjónarmiðið hjá ungum hevur stóran týdning
Á fundinum mánadagin byrjaðu samstarvsfelagar at leggja ætlanir fyri ABC vikuna, ið verður 4.-10. oktober. Við á fundinum vóru fýra ung úr nýggja ungdómstoyminum hjá Sinnisbata:

“Tá vit seta átøk í verk, ið hava ein ávísan málbólk, hevur tað týdning, at vit eisini draga sjónarmiðini hjá málbólkinum við í gongdina. Í ár leggja vit dent á, at vit í felag kunnu skapa góða sálarliga heilsu millum ung. Tí er upplagt at bjóða ungum við á ABC fundin, fyri at hoyra teirra hugsanir, ynski og uppskot til broytingar ella átøk. Tað hevur verið gevandi og læruríkt, og eg haldi, eg kann siga, at tey flestu fingu íblástur ella vent sínum hugskotinum, so tey eru meira hóskandi til ungdómin. Tey ungu vóru eisini sera glað fyri at luttaka og fáa møguleikan at ávirka og siga sína hugsan” sigur Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnum.

Tørvur á yvirliti yvir frítíðarvirksemi
Vit vita, at nógv ung gevast at ganga til skipað frítíðarvirksemi, tá tey eru tannáringar og ikki eru partur av t.d. kappingarliðum. Á fundinum løgdu tey ungu í luttóku m.a. dent á, at tað er tørvur á einum yvirliti yvir, hvat ung kunnu fáast við, bæði innan ítrótt, tónleik og t.d. sjónleik. Tørvur er á einum yvirliti, sum gevur ungum innlit í, hvat tey kunnu ganga til, ið ikki bert er á høgum kappingarstigi ella sum bert hoyrir til vanliga virksemi, sum øll longu kenna til sum t.d. fótbólt og hondbólt.

Tey ungu løgdu eisini dent á, at tey ungu í størri mun hava onkran vaksnan at venda sær til í t.d. skúlanum, tá tey hava trupulleikar, so trupulleikarnir ikki vaksa seg størri, og at lærarar eru betur ílatnir til at tosa við næmingar um sálarliga heilsu. Tey ungu mettu eisini, at alt samfelagið broytist, men skúlin broytist ikki samsvarandi.

Sum heild ynsktu tey ungu meira kunning til ung um sálarliga heilsu, og vit í Fólkaheilsuráðnum eru tí fegin um, at vit í ár leggja serligan dent á ung og sálarliga heilsu.

Sambandið millum sálarliga heilsu og onnur viðurskifti
Á fundinum legði Jón í Haraldsstovu, lestrarvegleiðari á Glasi fram, um hvat eyðkennir ymisku generatiónsbólkarnar seinastu árini og serliga generatiónina, ið nú gongur á miðnámi. Terji á Lakjuni og Christian Joensen, lærarar á miðnámi á Kambsdali løgdu m.a. fram um nýggjastu úrslitini frá eini kanning hjá teimum um sambandið millum ung og sálarliga heilsu og t.d. íðkan, svøvn, skermnýtslu og rúsevni.