Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íbirtarahús í Kongagøtu

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Nú blíðkar fyri hugaðum monnum og kvinnum í Havn.

Býráðið fær fyrsta dagin høvi til at at taka støðu til eina ætlan um at stovna eitt íbirtarahús í Kongagøtu 7, sum Tórshavnar kommuna eigur.

Eftir uppskoti, sum Tjóðveldi legði fyri samgonguna, hevur kommunan í fleiri ár roynt at fáa veruliga og alneyðuga vinnumenning í lag. Nú verður ásannað, at her kann ikki bíðast longur at taka ítøkilig stig.

“Tíðin stendur ikki í stað, og tíðin hevur ikki arbeitt fyri Tórshavnar kommunu seinastu árini. Almennir stovnar og skúlar verða fluttir á bygd, og fiskivinnan er fánað burtur. Meiri lív kundi verið í miðbýnum og barnatalið minkar”, eru próvgrundir fyri at skipa íbirtarahúsið her og nú.

Ásannað verður, at kommunan eigur at virka við til, at dynamikkurin og skapanarhugurin hevur betri sømdir.

“Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og vinnulívið má betrast. Vit mugu í tættan dialog við vinnuna, so vinnulívið kennir, at vit eru viðspælarar. Vit mugu gera karmarnar um vinnulívið meira fjøltáttaðar og hava eitt breiðari fokus”.

Kommunan staðfestir, at tað er gott at gera keikant og stór ídnaðarstykki, men fyri eina kommunu, sum vil framá, er neyðugt við einum breiðum vinnulívspolitikk, ið skapar betri vakstarmøguleikar hjá teimum, sum hava góð hugskot.

Her er nýskapanarhúsið House of innovation Tórshavn, eisini nevnt HIT-húsið, ein sera góð byrjan og eitt ógvuliga sterkt signal, ið ikki kann undirmetast.

Mælt verður tí býráðnum til um fíggarnevndina at taka undir við, at húsið í Kongagøtu 7 verður brúkt til íbirtarahús. Uppskot er eisini frá stjórum kommununnar um, hvussu innrættan av tveimum teimum fyrstu hæddunum verður fíggjað.

Innrættað verður eitt hampiligt felags skrivstovuhøli og eisini stakar skrivstovur. Haraftrat verða rúm til felags facilitetir av ymsum slag.

Ætlanin er at fáa í lag samstarv millum vinnulívið, sum er, og útbúgvingarstovnar í kommununi um ráðgeving og verkætlanir eins og um virksemi í húsinum sum heild. Fróðskaparsetur Føroya og Vinnuhúsið havt sýnt ætlanini áhuga.

Fíggjarnevndin viðgjørdi málið í dag og samtykti at taka undir.

---