Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

I´M NOT A CROOK

Eg eri eingin skálkur, soleiðis ljóðaðu kendu orð Nixons í sjónvarpssendingini 17. nov. 1973 í samband við Watergateskandaluna, har hansara menn høvdu framt innbrot hjá demokratunum fyri at stjala loynilig pappírir um strategiina fyri forsetavalið. Men eftir hart trýst og umfatandi kanningar vísti tað seg, at hann lá inni við bondum, ið vóru upptikin í Ovala rúminum, har hann saman við innbrotstjóvunum legði ætlanir fyri, hvussu innbrotið skuldi fjalast forever. Og við tí vitan kundi løgreglan fara til verka.

Og 9. aug. 1974 - fáar mðr. eftir, at Nixon hevði sligið fast: I´m not a crook – varð hann tvingaður at leggja frá sær. Og saman við honum vóru 43 av hanara monnum, harav teir flestu vóru embætismenn í hægstu fyrisitingarligu størvunum dømdir og fongslaðir. Nixon sjálvur varð náðaður av Gerald Ford, ið tók við eftir Nixon. Teir høgraradikalu høvdu mist eina fyrimynd. Men fyrimyndirnar tróta ikki, og í tí høpi er Nixon ein letvektari, men lat tað liggja eina løtu.

Tí tað týdningarmesta - sum støðan hevur útviklað seg til– er, at formaður teirra høgraradikalu verður dømdur fyri tað, sum sjálvt tey blindu kunnu síggja, at hann hevur gjørt seg sekan í. Tá forsetin kundi fellast, so eigur formaðurin at verið lættur at syft, men tað krevur, at mong leita, lurta og hyggja har tey eru. Á tann hátt kann mann – eins og í Nixonsa dømi – finna eitt stað, ið gevur svarið. Annars er og verður tollsvikið eitt greitt svik óansæð hvussu víkir og vendir og eigur at verða viðgjørt hareftir. Hvørki meira ella minni.

Og meðan vit eru við tað. Hvar bleiv hin nógv umrødda flakamaskinan av. Varð hon stolin, sum sagt verður millum manna. Ella hvussu var ella er tann søgan?

Og hvussu nógv manglaði TAKS fyri at kunna fáa sítt frá handilsvirksemi. Og hvussu hekk tað saman. Onkur hevur sagt frá, at tað snýr seg um mill. upphædd. Men tað kann sjálvandi vera talan um aðra upphædd. Lat okkum frætta.

Tá viðurskiftini eiga og skulu verða løgd fram í ljósið, so er tað ikki av forvitni, men tí vit als ikki kunnu liva við einum landsstýrismanni, sum hevur óreiðiligheit og lík í lastini. Sjálvt sterkasti forsetin í heiminum – Nixon - varð tvingaður til at leggja frá sær, tá samanhangurin gjørdist kendur. Ongin pardon. Men hvat hjá okkum? Vit hava ein løgmann, sum hevur fingið ein tunnil um skrúvuna og tessvegna ikki fær navigerað, men einans siglt beint fram til tað brestur. Hann átti í verandi støðu at fingið sær ein nýggjan 1. stýrimann. Verandi stýrimaður hevur annars í mongum førum di facto verið skipari, og tað ger bara alt verri.

Tað er annars mongum óskiljandi at ein fyrrverandi liberalur og annars erligur flokkur skal kunna søkka so djúbt, at hann vil standa model til tað, ið hevur gingið fyri seg, og sum gongur fyri seg. Ella hava tey bert gjørt djúpt knæfall fyri høgraharkaliðnum?

Kaj vísti m.a. til tær gott 200 atkvøðurnar hjá Jørgini, sum legitimatión fyri framhaldandi landsstýrismannasess. Harra Gud – hvussu nógvar atrkvøður hevði Nixon Hann hevði beint frammanundan frákoyringina havt eitt rimmar val. Men har var eingin góða mamma. Ert tú óheiðurligur ella óreiðiligur, so er tað út. Onki hví. Bara út skjótast tilber.

Annars eru fleiri høgrabandittar valdir, sum t.d. Mussolini og Hitler. Tað sigur Kaj er nokk. Vorharra til hest. Her má vera okkurt spinnandi gali..Onkur í HUXA er við at taka tráðin upp frá 20-unum, 30-unum og 40 – unum við nevndu monnum sum fyrimynd. Teir síggja út til onki at hava lært og onki at hava gloymt. Stakkals foreldur.

Nei, álvari og reiðiligheit mugu aftur í landsins leiðslu, ongantíð ov skjótt.

Vit mugu saman krevja ein politiska loysn, har óheiðurligheit og óreiðiligheit fáa avleiðingar og har líkini í lastini verða grivin, meðan líkrænararnir verða sendir til hús.

Bert soleiðis kunnu vit rætta skútuna upp og seta eina kós í tænir okkum øllum og ikki bert nøkrum fáum.

Dagfinnur Danbjørg.