Í starvsvenjing í býráðshúsinum
Irena Høgnesen, ið er 14 ára gomul og gongur í 9. flokki í Skúlanum við Ósánna, hevur seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í býráðhúsinum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Av og á hava vit í býráðsumsitingini ta gleði, at skúlanæmingar úr fólkaskúlanum koma í starvsvenjing. Tíðarskeiðið er tvær vikur, bæði í 9. og 10. flokki. Ætlanin við tiltakinum er m.a., at næmingarnir skulu royna seg úti á arbeiðsmarknaðinum og síggja, hvussu eitt arbeiðspláss virkar og skipar seg. Soleiðis gevst teimum ein møguleiki at finna út av, hvørja útbúgving, tey kanska kundu farið undir í framtíðini. Rátt verður næmingunum til ikki at velja sama slag av starvi til starvsvenjingarnar í 9. og 10. flokki, hetta fyri at fáa so nógvar og ymiskar royndir, sum gjørligt.
Irena hevði hug at royna eitt skrivstovustarv, og tí valdi hon at søkja um starvsvenjingarpláss í umsitingini hjá kommununi. Hon hevur havt støð í Miðlan, ið er móttøka kommununnar. Her hevur hon roynt ymist, so sum at svara telefonini og taka ímóti boðum frá borgarum.
Hon hevur eisini verið við til at fylgja postgongdini í húsinum, frá tí at posturin verður uppbrotin umvegis borð borgarstjórans til so at enda á borði málsviðgerans. Tá ið mál eru avgreidd, verða tey beind í skjalagoymslu kommununnar, og hevur Irena eisini roynt at arkivera nøkur av avgreiddu málunum.
Býráðsumsitingin fevnir um fleiri ymiskar deildir, sum arbeiða innan ymisk øki. Irena fekk eisini høvi at hjálpa til á Teknisku Umsiting, har hon millum annað hjálpti fulltrúanum við húsanumrum og í matrikulskjalagoymsluni, og hon var eisini og hjálpti til á Roknskapardeildini.
Vit í býráðshúsinum eru sera fegin um at hava havt Irenu í starvsvenjing hjá okkum. Hon hevur verið sera dugnalig og fyrikomandi. Vit ynskja henni alt tað besta framyvir.
Kelda: www.klaksvik.fo