Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í samband við lesna á 3 ári á sjúkrafrøðisdeildini á Fróskaparsetrinum, fekk eg møguleikan at sleppa í observatiónsstarvsvenjing á Krabbameinsfelagnum í eina viku.

Í starvsvenjing á Krabbameinsfelagnum

Áhugavert, spennandi og rørandi

Í samband við lesna á 3 ári á sjúkrafrøðisdeildini á Fróskaparsetrinum, fekk eg møguleikan at sleppa í observatiónsstarvsvenjing á Krabbameinsfelagnum í eina viku.

Í samband við lesna á 3 ári á sjúkrafrøðisdeildini á Fróskaparsetrinum, fekk eg møguleikan at sleppa í observatiónsstarvsvenjing á Krabbameinsfelagnum í eina viku. Gjøgnum útbúgvingina koma vit ofta í samband við krabbameinsrakt, og tí er tað ógvuliga viðkomandi at uppliva arbeiðið á Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur verið ein áhugaverd, spennandi og rørandi vika. 

Eg havi fingið innlit í arbeiðið sum starvsfólkini og sjálboðin gera, og havi stóra virðing fyri ta orku og dugnaskap, ið fólki hevur á staðnum og fyri tað megnar arbeiði, ið verður gjørt. Arbeiðið umfatar alt frá fyribyrging og heilsufremjan til at lætta um umstøðurnar og byrðuna hjá tí einstaka.

Takk fyri eina læruríka og lívsmennandi tíð

Guðrið Müller, sjúkrafrøðilesandi