Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í menniskjum góður tokki latið jólahjálp til 910 børn

Í hesum døgum ber Posta út jólahjálp til 444 familjur, sum allar hava tørv á eini hjálpandi hond nú jólini stunda til. Felags fyri hesar familjur er, at tær eru fíggjarliga sperdar.

Met nógvar umsóknir komu inn í ár og útvið 500 familjur søktu um jólahjálp. Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin fyri Í menniskjum góður tokki tikið avgerð, um hvør fær jólahjálp og ikki. 444 familjur fingu játtað jólahjálp, meðan 50 familjur fingu avslag, tí tær antin høvdu ov høga inntøku ella ongi børn og tí ikki lúka treytirnar fyri at fáa jólahjálp Áðrenn jólahjálp verður játtað, verður hugt eftir inntøku eftir skatt, hvørjar fastar útreiðslur familjan hevur, hvussu nógv børn eru í húskinum og hvat er eftir til mat o.a., tá alt tað fasta er goldið. Harumframt verður eisini hugt eftir, um familjan møguliga er í eini serstakari støðu orsakað av sjúku, deyðsfall ella øðrum, sum broytir tilveruna og fíggjarstøðuna.

Flest allar familjur, sum søktu jólahjálp, høvdu eina so mikið lítla inntøku, at ongin ivi var um, at tær høvdu tørv á eini hjálpandi hond. Í einum fátalið av umsóknunum vóru aðrar orsøkir so sum sjúka o.a. sum gjørdi, at familjan var í eini truplari støðu. Vit hava umvegis umsóknirnar fingið innlit í 100 tals familjur, sum hvønn einasta dag í árinum stríðast fyri at fáa mat á borði. Av teimum familjunum sum fingu jólahjálp høvdu heilar 200 familjur undir 2000 kr um mánaðan at liva fyri, tá alt tað fasta var goldið. Tað er ikki trupult at ímynda sær, hvussu ómetaliga strævið hesar familjur hava tað. og hvussu stórar avmarkingar bæði børn og vaksin í hesum familjum liva við. Hesar familjur, sum eru ymiskar í stødd, hava 65 kr um dagin at lívbjarga sær við, væl at merkja um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág o.a. Um tað hendir, hava tær enn minnið ella onki.

Tað er ongin ivi um, at tørvur er at fáa ásett eitt mista mark fyri hvussu lítið ein familja skal hava fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum. Vit kunnu ikki longur lata sum um, hesar familjur ikki eru til og tað kann á ongan hátt verjast at politiski myndugleikin bara letur standa til.

Í meniskjum góður tokki hevði ikki kunna latið jólahjálp,uttan ómetaliga vælvild frá einstaklingum, felagsskapum, samkomum, kirkjum, fyritøkum o.o. Nærum hvønn einasta dag í desember hava eitt til fleiri tiltøk verið kring landi, har savnað hevur verið inn til átakið. Vit kunnu í samband við Í menniskjum góður tokki gera tvær ógvuliga greiðar niðurstøður:

• Hjálpsemi og gott hjartalag er stórt millum føroyingar, tað mugu vit ásanna í sambandi við at meira enn 1.2 mio er innkomið í stuðli til átakið. Hetta ber boð um menniskju, sum leggja í hvønn annan og fegin vilja rætta hvør øðrum eina hjálpandi hond, tá á stendur.

• Tørvurin á at fáa jólahjálp var ómetaliga stórur – heili 444 familjur fingu jólahjálp. Flestu av hesum familjum vóru ógvuliga sperdar fíggjarliga og stríddust dagliga fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hetta ber tíverri boð um eitt samfelag, sum ikki megnar at skapa eitt nóg gott trygdarnet undir fólki, tá tørvur er á tí.

Tann fyrsta er góður grundvøllur at byggja á, tann næsta stór avbjóðing at vinna á.