Í hesi vikuni fáa 7.955 skattgjaldarar sendandi Kapitalvinningssjálvuppgávu frá TAKS
Tíðindaskriv: TAKS sendir í hesum døgum út Kapitalvinningssjálvuppgávu til 7.955 skattgjaldarar. Hetta eru fólk, sum í 2011 hava selt virðisbrøv sambært upplýsingum frá peningastovnunum, umframt tey, ið áttu partabrøv í Eik Banka.
Í 2011 varð virðið av øllum partabrøvunum hjá fyrrverandi P/F Eik Banka niðurskrivað til 0 kr. Harvið høvdu allir eigararnir av Eik-partabrøvum eitt staðfest tap av sínum partabrøvum, og skal hetta tapið gevast upp í Kapitalvinningssjávuppgávuni fyri 2011.
Tá ið TAKS sendir Kapitalvinningssjálvuppgávur út til 7.955 virðisbrævaeigarar, er hetta gjørt út frá upplýsingum, sum TAKS hevur frá partabrævagoymslunum hjá føroyskum peningastovnum. TAKS hevur ongar upplýsingar frá goymslum í peningastovnum uttanlands, og tískil eru helst fólk, sum eiga at fáa Kapitalvinningssjálvuppgávu, men sum ikki fáa eina, tí teirra partabrøv hava ligið í goymslum uttanlands. Tey, sum hava havt virðisbrøv í goymslum í útlendskum peningastovnum og hava avhendað hesi, skulu lata inn eina Kapitalvinningssjálvuppgávu, við upplýsingum um vinningin ella tapið.
Hvat er hall?
Yvirskipað svarar vinningur ella tap av virðisbrøvum til munin millum keyps- og søluupphæddina av hvørjum parta- ella lánsbrævi. Tá ið virðisbrøv verða niðurskrivað, svarar tapið til ta upphædd, sum eigarin hevur goldið við keyp av partabrævinum. Fólk kunnu soleiðis hava ymisk tap av virðisbrøvunum, alt eftir nær tey hava keypt tey, og eisini um tey til dømis hava keypt í fleiri umførum. Tískil má hvør einstakur hava greiðu á keypsprísinum av sínum virðisbrøvum. Um ein ikki hevur neyðugu upplýsingarnar, ber til at fáa hesar frá sølustaðnum.
Uppgerð av kapitalvinningi
Vinningur ella tap, ið stendst av virðisbrævahandli, verður gjørt upp í eini sjálvstøðugari Kapitalvinningsuppgerð. Tað er umráðandi at leggja til merkis, at hall, ið stavar frá tapi í samband við virðisbrævahandil, bert kann dragast frá kapitalvinningsskatti og ikki frá persónskatti. Tískil er støðan eisini tann, at um ein ikki hevur vinning av øðrum virðisbrøvum, vinningsbýti ella rentuinntøku og bert hevur eitt staðfest tap av virðisbrøvum, so hevur ein heldur ongan kapitalvinningsskatt at trekkja tapið frá.
Hall kann flytast fram til komandi ár
Tó kann hall á kapitalvinningsuppgerðini uttan tíðaravmarking flytast fram og nýtast í uppgerðum komandi ár, til alt hallið er brúkt upp.
Tey, sum hava fíggjað partar av sínum partabrævaíløgum við láni, kunnu draga renturnar av hesum láni frá í Kapitalvinningssjálvuppgávuni. Møguligt hall, orsakað av slíkum rentuútreiðslum, kann flytast fram til komandi ár, tó í mesta lagi 5 ár.