Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í hernað móti happing á dagstovnum

Ráðstevnu um happing fyri námsfrøðilig starvsfólk verður í Tórshavnar Kommunu í døgunum 26. til 28. apríl.

Nýggj kanning vísir, at happing framvegis er alt ov vanligt í fólkaskúlanum. 

Tað er umráðandi, at vit í Tórshavnar Kommunu tryggja null-toleransu í mun til happing bæði í skúlunum og á dagstovnum. At vit seta okkum sum mál, at eingin happing verður á skúlum og á dagstovnum í kommununi yvirhøvur. 

Allir lærarar í landinum hava arbeitt við hesum vandamáli, og nú eiga starvsfólkini á dagstovnunum tørn.

Tí eru stig tikin til, at Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu  skipar fyri ráðstevnu um happing fyri starvsfólkum á dagstovnum. Ráðstevnan ella skeiðið verður skipað yvir fýra dagar,  so at so  nógv starvsfólk sum til møguligt  - helst øll - kunnu luttaka.

Ein týðandi avbjóðing hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum er førleikamenning, og at ogna sær innlit í nýggja vitan og ástøði. 

Nógv er granskað, hvussu vit fyribyrgja og basa happing og happingarmentan á stovni og í skúlum. Nú verður skipað fyri at okkara starvsfólk á dagstovnum fáa innlit í nýggja vitan og nýggjar royndir. 

Einki er meira lemjandi fyri eitt barn og framtíð tess, enn at hava verið fyri happing á barna- og ungdómsárum. Og tað er okkara alra ábyrgd, at fyribyrgja at happingarmentan fær fótin fyri seg á dagstovnum og skúlum.  Tí eri eg spent uppá hetta átak, har allir námsfrøðingar í kommununi fáa høvi at læra og at skifta orð um hetta týdningarmikla evnið. 
Skeiðsdagarnir verða frá 26. til 28. Apríl í Dansifrøði. 

Helena Dam á Neystabø
forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs