Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í gjár helt borgarstjórin jólarøðuna á Vaglinum 2012

Góðan dag og vælkomin góðu havnafólk, gestir og ikki minst øll børnini, ið saman eru komin á Vaglinum í dag, nú vit enn einaferð lata upp fyri jólahugnanum í okkara høvuðsstaði.

Fyrst ein tøkk til Havnar Hornorkestur fyri vælvild og altíð góðan horntónleik, sum setur sín serliga dám á hesa løtuna.

Og takk til dompróstin Una Næs fyri vælvald orð her í dag.

Í jólaævintýrunum síggja vit ofta stóra vognin hjá jólamanninum, drignan av reinsdjórum við Rudolfi á odda, hin, við tí reyðu nøsini. Baksýnið er tá oftast kavaklødd fold, høg fjøll og stórar skógir. Akkurát tann myndin er viðkomandi í dag, nú vit fyri áttaoghálvfjersinstjúgundu ferð tendra jólatræið á Tinghúsvøllinum.

Hetta vakra træið, sum stendur í sjálvum býarhjartanum, hevur sína serligu og ævintýrligu søgu, sum eg nú skal siga tykkum frá:

Nú vit tosa so nógv um globalisering – alheimsgerð – so vaks spírin til júst hetta træið á markinum millum Evropa og Asia, langt uppi í kavaklæddu Kaukasusfjøllunum, millum Kaspiska og Svarta Havið, har hægsti tindurin stingur heilar sjey ferðir so langt upp í loft sum okkara Slættaratindur.

Árið 1964 var eitt hendingaríkt ár hjá júst hesum jólatrænum. Tí tað árið keypti ein bóndi á Fjóni fræ úr Kaukasus og gjørdi eina stóra plantasju. Hetta vakra træið, sum vit tendra í dag, hevur sostatt staðið á Fjóni og vaksið seg stórt og vakurt í samfull 48 ár, áðrenn tað nú fekk stóra heiðurin at prýða okkara høvuðsstað til gleði fyri stór og smá. Og her endar ævintýrliga ferðin úr Kaukasusfjøllunum um Fjón til Havnar.

Í 1934 var fyrsta kommunala jólatræið tendrað undir tinghúsinum, og í skjótt 80 ár hevur høvuðsstaðurin sostatt tikið ímóti gestum úr øllum landinum við einum lýsandi jólatræi á tinghúsvøllinum. Hesin hugnaligi siður verður í dag hildin í hevd um alla kommununa, ja, alt landið.

Hóast fólk tá fyri skjótt 80 árum síðan lítið kendu til jólatrø, so má hetta fyrsta jólatræið hava havt sera stóra ávirkan. Tí fólk komu úr øllum landinum til Havnar at síggja jólatræið, samstundis sum tey fingu keyp av stási, góðgæti og øðrum frá hondini. Orsøkin var einføld: Træið skapti gleði og hugna, ja, fólk komu í sannan jólahýr.

Eg fegnist um, at miðbýurin er so nógv størri í dag, at samstarvið er so gott, og at jólabýurin í veruleikanum røkkur heilt frá SMS oman í Vágsbotn og nærum heilt út í Tinganes.

Vit hava eisini hesaferð lagt okkum eftir at skapa nakað, soleiðis at øll familjan fær eina heilt øðrvísi uppliving í býnum.

Gakk tær bara ein túr eftir Áarvegnum og spáka oman í Bringsnagøtu og oman í Vágsbotn, so skilir tú hví.

Tá vit fara inn um portrið í jólagøtuni, mugu vit brúka allar okkara sansir. Tað er sum at koma inn í ein ævintýrheim. Har er nógv spennandi at síggja og hoyra. Tað rýkur av jólabakstri. Og har er eisini nógv, sum bæði vit tilkomnu og børnini hava gleði av at nema við.

Og her, í gamla kommunuskúlagarðinum, fer skoytivøllurin at geva eitt nýtt íkast til jólahugnan, tí her fer hin káti barnaláturin at ljóma um allan miðbýin. Tað hevur nógv at siga, at borgarar savnast til tiltøk í miðbýnum, tað skapar trivnað og samanhald. Her er eisini so snotiligt og vakurt allastaðni.

Men tað kemur sanniliga ikki av sær sjálvum, her er talan um planlegging, samstarv, ídni, fakligheit og áræði. Og rætt er tað, vit gera nógv burturúr, men okkum tørvar tað.

Tí skal eg bera eina stór tøkk til tykkum øll, sum hava staðið fyri, og tykkum, sum hava gjørt arbeiði við at seta og heingja alt upp. – Takk fyri tað.

Ja, høvuðsstaðurin er í veruleikanum so jólaligur hesar dagarnar, at seinastu árini hava verið fjølmiðlar úr øðrum londum her og gjørt upptøkur av, hvussu vit halda jól.

Á jólum gerast vit jú øll børn aftur, vit leita minnini framaftur frá barnaárunum og frá jólunum, vit minnast jólasøgurnar, og vit frøast saman.

Og vit gloyma ikki Jesusbarnið, vit fara á barnakonsertir og jólakonsertir, og mong okkara fara at njóta tónleik og sang ella bara eina stilla løtu í dómkirkjuni, sum stendur opin fyri gestum hiðani til jóla.

Ynski mítt skal vera, at vit ikki bara á jólum, men eisini frameftir duga at bera víðari ta gleði og ta gávu, jólini geva okkum, og at vit øll hjálpa, har neyð er.

Góðu tit øll, børn sum vaksin.

Hiðani av Vaglinum skal ljóða eitt ynski um eini gleðilig jól til øll fólk í Føroyum, og verið hjartaliga vælkomin at uppliva høvuðsstaðin í jólahýri hesar dagarnar.

Nú eru jólini í hondum! Og í menniskjum góður tokki!

Gleðilig jól øll somul !

Heðin Mortensen

borgarstjóri