Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í gjár heiðraði løgmaður evropameistaranum, Sverra Sandberg Nielsen

Á móttøku í Tinganesi, mikudagin, heiðraði løgmaður nýklakta evropameistaran í einskullara rógving.

Løgmaður ynskti Sverra hjartaliga til lukku við hansara væl uppiborna megnaravriki, sum vit øll kunnu vera errin av. Hann ynskti honum bestu eydnu við stóru avbjóðingini í komandi OL kappingini í Tokyo næsta ár.

“Rógving er okkara tjóðarítrótt. Ein ítrótt, sum myndar okkara staðseting sum oyggjaland í norðuratlantshavi, og sum myndar okkara sterku bond til havið. Við hesum framúr úrslitum gert Sverri stóra fyrimyndin hjá okkum og okkara børnum, tí hann vísir í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum. Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika” segði løgmaður millum annað í síni heilsan til Sverra.