Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í fyrstuni var hondbólturin…

tobbi-.

Allar livandi verur eru onkursvegna í kapping. Bólkar í kapping við aðrar bólkar og einsatakar verur í kapping við aðrar. Frá lívsins byrjan ein eirindaleys kapping um føðina fyri at yvirliva, hendan er framvegis algyldug, ímeðan mest vitborni skapningurin, menniskjað, í tøkniligu menningini hevur givið sær sjálvum somikið av rúmi í gerandisdegnum, at tíð og møguleiki hevur verið fyri at skipa ítróttarkappingar, til tess at lívga sunnu sálini í einum sunnum likami - og til undirhalds og menning at skipa kappingar ímillum einstaklingar, bólkar og feløg.

Hondbólturin er bara ein runnur í eini vaksandi viðalund av ítrótti. Gróðursettur í Danmark fyri skjótt stórthundrað árum síðani av teimum báðum R.N. Ernst og Holgari Nielsen. Um tað ber ella brestur við eini roynd sum hesari, er treytað av áhuganum hjá teimum íðkandi og áskoðarunum. Tað brast ongantíð fyri nev í fleiri ítróttargreinum, men hondbólturin fótaði sær, og vit sum hava brúkt eitt ótal av tímum frammanfyri skíggjan, nú heimsins besta hondbóltslið skuldi finnast í Spaniu hendan dagin, mega við gleði staðfesta, at hondbólturin er vorðin ein heimsítrótt. Hevur flutt seg úr Norðurlondum til flestu heimspartarnar á Klótuni. At teir sum uppfunnu konceptið, danir, taptu við lok kappingarinnar og snávaðu í størri mun enn nakar hevði væntað, tað sita landsmenn teirra og sálarfrøðingar nú og greina, somikið avgerðandi partur er hendan ítrótt nú vorðin av samleika menniskjans. Tí ber til at siga, at honbólturin hevur tað gott, er vorðin ein ítróttargigantur, í heimshøpi.

Í dag hava fýra lið gjørt seg skikkað til at leika um tveir meginsteypar í høllini á Nabb. Kvinnur úr Vági taka dystin upp við kvinnur úr høvuðsborg landsins, ímeðan strandingar hesar seinastu dagarnar hava dubbað seg ítróttarliga og sálarliga til at taka broddin av besta liðnum í landinum í løtuni, KÍF úr Kollafirði. Við fyrsta eygnakasti er umboðanin, trý bygdalið og eitt høvuðsstaðarlið í finalunum eitt greitt tekn um, at hendan ítróttin er frísk og ferðug. Eisini kring um landið alt. Onkur sigur kanska, at KÍF er eitt felag í høvuðsstaðnum, men tað er ein skeiv meting. Hondbólturin hjá kollfirðingum er grógvin úr egnum jørðildi í bygdini. Burturav. Hetta eru vit mangir ið kunnu ásanna, frá tíðini táið vit sum óvitar stimaðu um Saltnesgrynnuna og Tangafjørð inn á Kollafjørð, og tóku dystin upp við teir inni á Oyruni fyri nærum hálvari øld síðani.

Kortini er mín meting, at hondbólturin ikki hevur tað nóg gott í Føroyum. Vit liggja landafrøðiliga plaseraðir soleiðis, grannar og í uppruna knýttir at bestu hondbóltstjóðum í heiminum. Svítjóð, Noreg, Ísland og Danmørk. Vit, sum eru farin at eldast nakað, minnast hvussu hondbólturin var balkaniseraður, spjaddur, kring alt landið. Ítróttin hevði eina øgiliga uppdrift, í býum, men so sanniliga eisini í flestu av størru bygdunum. Bara í Eysturoy var skipað spæl á Glyvrum, í Gøtu, í Fuglafirði, á Eiði og á Strondum. Nú eru strandingar teir einastu, sum gera mun í broddi fylkingar, av hesum. Somikið størri hvílir ábyrgdin á teimum lutfalsliga fáu feløgum, sum halda hesi frægu ítróttargrein í hevd.

Søguliga hendi tað løgna, at C-HM, ið leikt varð um í 1980 í Føroyum, gjørdist eitt markamót, tíverri tann skeiva vegin. Um hesin bitin var ov stórur at svølgja ella um tað var nýggja sub-religiónin, fótbólturin, sum skarvaði burturav áhuganum fyri hondbóltinum, er ikki til at siga. Í hvussu er dragnaði hann har sum fótbóltsvallirnir komu í eyga, og skúlaplenirnar, ið vóru slaraffenlandið hjá hondbóltinum, vórðu smátt um smátt avfólkaðar. Ítróttarhallirnar megnaðu ikki rættiliga at taka um endan, - at kompensera. Í fremstu røð er hondbólturin nú bara í Klaksvík, á Strondum, í Kollafirði, Hoyvík, Vestmanna, Tórshavn og í Vági. Hetta er ein ov stór miðssavning, uppdriftin verður ov lítil, og fleiri stór talent detta burtur ímillum, sum ongin nakrantíð fekk eyguni á.

HSF skipar allan ítróttin og er í meginregluni bara ein paraplyorganisatión, ið skipar tann ítróttin sum er. Mín gamli viðleikari á unglingaliðnum hjá Neistanum, ið gjørdist føroyameistari í 1973, Kristian Jóhansen, hevur við hepnari hond stjórnað felagsskapinum í fleiri ár, men tað er ikki at taka ov dýran til, at myndugleikarnir hava verið óvanliga pírnir, táið tað hevur snúð seg um at sletta fæ eftir hondbóltinum. Í hesum liggur forðingin fyri, at landsliðini fáast at virka optimalt, og ikki fyrrenn tann dagin, at landsliðshondbólturin gerst ein verulig gularót hjá føroyskum handbóltstalentum, fæst ítróttin uppaftur á eitt støði, sum vit við vissu megna, um umstøðurnar bara eru tær røttu. Í somu syftu má HSF fáa neyðugu fíggjarligu megina til at fara kring um landið fyri at tæða fyri hondbóltinum av nýggjum. Í skúlum og feløgum.

Fólk trívast við kapping og tí hava føroyingar havt tann framíhjárætt, at tjóðlaðarin, Útvarpið, frá fyrsta degi at kalla, hevur varpað í stovur, umborð í skip og bilar tað sum er fyrifarist á leikvøllum kring landið. Hetta hevur eggjað áhuganum. Kappróðurin t.d. hevði siglt í tungari aldu um Niels Juel Arge, Jógvan Arge og Súni Merkisstein ikki høvdu sýnt honum neyðuga áhugan. Á sama hátt við hondbóltinum, men við eitt varð hendan epokan klipt av um lívæðrina í frásøgn. Sparingin er orsøkin hjá hesum fólksins stovni, og lurtarin skilir lítið og onki, serliga táið ”erstatningurin” er fjant og fjas frá morgni til myrkurs, við onkrum hendinga undantaki. Tíbetur taka nýggjar hendur við har aðrar sleppa, og kringvarpið hjá Miðlahúsinum, Rás2, hevur gjørt eitt megnararbeiði í vetur, hondbóltinum viðvíkjandi. Hetta kvøldið, táið StÍF leikti seinru semifinaluna ímóti vestmenningum, vandu vit við Kóri Glyvra Kirkju, í kirkjuskipinum í heimbygdini. Hoyrdi skyldmannin Trónd (2/3) siga frá fyrra hálvleiki staddur á Havnarskrivstovuni, - spenningurin var øgiligur. Síðan var farið undir venjingina hjá Bjartalíð presti, men táið einir 8-9 minuttir vóru eftir av seinra hálvleiki, og vit vóru miðskeiðis stødd í Ave Maria hjá Franz Schubert, smoygdi eg mær stillisliga út í parkeraðu bivreiðina, fyri at frætta hvussu leikur gekst. Úrslitið sæst aftur á vøllinum ídag, men tað mest áhugaverda var kanska, at alt kórið við stórum áhuga fregnaðist eftir hvussu úrslitið bleiv.

Í fyrstuni var hondbólturin, og hóast hetta ikki skal skiljast í einum bíbilskum konteksti, so var hondbólturin ein meginítrótt í Føroyum í mong ár, á bygdum fyrri enn flestu aðrar, og tað kann hann gerast aftur, um rætt verður farið fram og um myndugleikarnir, ið hava ábyrgdina av samfelagnum, taka sær um reiggj og geva HSF tann fíggjarliga grundvøll, ið skal til fyri at sleppa okkum upp í veruligt landsliðsarbeiði aftur. Mál at røkka toyggja hvørja lykkju, øvut gongur tú teg í tann vissa deyða. Málið er eisini at vinna ídag, vágbingar, strandingar, kollfirðingar og kvinnurnar úr Havn hava leitað sær niðan á Nabb fyri at vinna, onki annað telur, men kortini verða bara tveir vinnarar og tveir steypar at kappast um. Vildi ongin vinna, var ongin kapping, ongin áskoðari og eitt dólsknari og sjúkari fólk. Tapir tú, er kortini vón fyri tær, tí aftur um eitt ár ber til at rógva afturá aftur, og møguleikin fyri at vinna rør eisini aftur á aftur, soleingi vit tíma at vera til.