Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í framtíðini verður fólkapensiónin ikki til øll, og hon fæst heldur ikki, fyrr enn fólk eru vorðin nakað eldri enn nú

Hetta letur til at vera jólaboðskapurin frá høgra á Brúnuborg. Spurningurin er, um hetta er byrjanin til at avvikla fólkapensiónina, sum hevur verið eins fyri øll í samfull 55 ár bæði í viðgangi og í mótgangi – bæði í logn og tá brotið hevur verið í bæði borð, og tað hevur tað sanniliga gjørt, men fólkapensjónin hevur staðið eins føst og stinn og kópakonan ger.

Men nú má ásannast, at nú er farið at ridla undir 55 ára gomlu skipanini, so hugsast kann, at hetta er byrjanin til flatskatt nr. 2, har fólkapensiónsfæið skal gerast nýggja fundamentið.

Eitt er vist, og tað er, at vit – saman við politikkarum, ið vilja okkum væl - mugu standa solidariskt og stríða hitt góða stríðið, soleiðis at brúni vongurin verður skerdur, og soleiðis at vanliga fólkið fær allarbestu sømdir. Hetta kunnu vit – og bert vit gera. Lat okkum tí gera tað.

Ein av fyrimyndum høgraharkaliðsins er USA. Fyri fáum døgun síðani var frammi í miðlunum, at 2% haryviri átti 90 % av øllum virðum, samstundis sum nógvar milliónir vóru heimleys og mátti liva á gøtuni tiggandi um føði.

Føroyingar kunnu gerast enn ríkari enn nú. Men spurningurin er, um vit skulu lata høgraharkaliðið fordeila ríkidømið eftir amerikanskum leisti, soleiðis sum teir eru byrjaðir at gera, og sum teirra ætlanir eru at fullfíggja. Svarið er sjálvandi eitt rungandi og samfelt nei.

Allir føroyingar hava sama rætt til føðilandið og til allar tær ognir sum Guð okkum gav.

Men vit mugu gera okkara besta fyri at fasthalda henda sannleika væl vitandi, at har Guð er við, har kann ongin vera ímóti.

Dagfinnur Danbjørg.