Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í Føroyum vanta 25 dómarar

HSF fyrireikar átak at fáa nýggjar hondbóltsdómarar

Sum støðan er í løtuni, er brúk fyri 25 nýggjum hondbóltssdómarum í Føroyum – og við einum málrættaðum átaki, sum byrjar í september, er ætlanin at royna at skapa áhuga fyri júst hesum partinum av hondbóltsítróttini.

HSF og Dómarafelagið hava valt at taka við avbjóðingini í samstarvi við danska dómaraserfrøðingin, Johnny Tauman. Og fyrireikandi arbeiðið er longu farið í gongd. Tí, tá ið Coca-Cola steypafinalurnar vóru spældar 11. februar vóru tað kanska summi, sum løgdu til merkis, at við dómaraborðið var eitt ikki heilt ókent andlit, nevniliga júst tað hjá Johnny Tauman.Uppgávan hjá Johnny henda dagin var at vera dómaraeygleiðari – umframt eisini at vera vegleiðari hjá dómarunum, bæði áðrenn og aftaná dystirnar. Og ikki minst, varð hvør steðgur og hvørt time-out nýtt til at geva dómarunum feed-back.

Dómarafelagið og HSF hava í longri tíð havt eitt sera gott samstarv við Johnny Tauman og seinastu árini hevur hann hildið fleiri dómaraskeið í Føroyum. Í næstum fara vit her á heimasíðuni at kunna meira um verkætlanina, sum partvíst longu er farin í gongd.

Johnny Tauman er serfrøðingur í hondbóltsreglum og er eisini eygleiðari í fremstu hondbóltsdeildunum í Danmark. Harumframt rekur Johnny Taumann felagið Geton4you, sum fæst við leiðaramenning, profiltestir umframt eisini at coucha einstaklingar og felagsskapir. Harumframt er Johnny Tauman eisini í starvi sum námsfrøðiligur og fyrisitingarligur ráðgevi hjá dagansingini í Esbjerg kommunu, sum umfatar fleiri enn fimti stovnar.

Neyðugt átak móti leiðslu

Tað er sera stórur tørvur á at fáa nýggj dómaraevni, sum kunnu døma á hægsta stigi. Í løtuni eru so fáir dómarar, ið kunnu døma í Sunset-, Atlantic Airways- og Coca-Cola kappingini, at neyðugt er at leggja neyva ætlan, sum er skræddaraseymað eftir, hvussu tað liggur fyri hjá teimum fáu dómarunum sum eru. Ein orsøk til, at tað júst nú eru so fáir dómarar, er at tað við kappingarbyrjan 2011/2012 var gjørd obligatorisk renni- og regulroynd við somu krøvum, sum eru galdandi fyri dómarar í bestu deildunum í Danmark.

”Dómarar í Føroyum standa í hvørjum dysti yvirfyri heilt øðrum avbjóðingum, enn dómarar gera í Danmark, nevniliga stoltu kenslunum, sum lokala fólkið í bygdum og býum hava fyri sínum liði. Tað, sum eg vil, er at útbúgva dómarar til at viðurkenna, at tað er loyvt at vera fegin og errin av at vera útnevndur til at vera dystarleiðari, sum við virðing fyri reglunum stýrir gongdini – heldur enn at vera “dómari” og “feilfinnnari”, greiðir Johnny Taumann frá, sum í mars skal vera eygleiðari í Herning í dysti millum Skjern Håndbold og AG København.

Hvussu gekst so at døma í Coca-Cola finalunum?

Sum Johnny Taumann sjálvur tók til, so var ikki sørt av óvissu á dómarasíðuni til finalurnar, tí fleiri avboð vóru, umframt at okkara einasta altjóða dómarapar hevði uppgávur uttanlands. “Men tað gekk avbera væl og bæði dómarapørini lótu eitt gott avrik úr hondum!”

”Tað var hugaligt at síggja dómararnar arbeiða við leiðslu og at vera í samspæli við partarnar í spælinum, nevniliga leikarar og venjarar” greiðir Johnny Tauman frá, sum hevur arbeitt nógv við at flyta fokusið frá tí bara at stýra eftir reglum yvir til at eina heildarætlan, sum er grundað á hesar fýra faktorarnar:

tað at skilja spælið

persónligheit

reglustýring

samstarv

Styrk leiðslu tína

Handilsskúlum, studentaskúlum og miðnámsskúlum sum heild fer at standa í boði at fáa eina framløgu á 45 min. har eygleiðarin, Johnny Tauman, fer at greiða frá um hjávinningarnar, sum tað at vera hondbóltsdómari hevur við sær, nakað sum hann sjálvur hevur havt stórar fyrimunir av í arbeiðslívinum – fyri ikki at nevna í tí sjálvbodna felagsarbeiðinum í donskum hondbólti.

Ein dómari í hondbólti fær venjing í at taka skjótar avgerðir, at vera váðafúsur og at læra at standa í móti trýsti frá áskoðarum og leikarum, sum rópa hart. Og at læra at halda høvdið kalt í trongdum støðum, eisini júst eftir, at ein kanska hevur fram eitt stórt mistak við skeivari avgerð. I arbeiðinum at útbúgva dómarar verður serlig eftirmetingartalva brúkt, og sum nakað nýtt, verður eisini gjørd ein menningar-vangamynd, sum er av sama slag sum tær, ið verða gjørdar í vinnulívinum.

25 dómarar vanta

Sum nevnt í yvirskriftini vanta 25 nýggir hondbóltssdómarar í Føroyum – og við einum málrættaðum átaki, sum byrjar í september, er ætlanin at royna at skapa áhuga fyri júst hesum partinum av hondbóltsítróttini. Í bestu deildunum í Danmark eru óheftir eygleiðarar til allar dystir og hesir eru kjarnin í menningini av elitudómarunum har. Einki er at ivast í, at tað sama eigur at verða gjørt í Føroym, tí føroyskir dómarar hava sjálvsagt eisini tørv fyri professionellari sparring – ella hugskotsgeving. Og skal tað lata seg gera, er neyðugt at fáa fyrrverandi dómarar og venjarar upp í hetta arbeiðið.

Átakið at fáa fleiri dómarar fevnir tí eisini um at útbúgva eygleiðarar kring alt landið.