Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í Føroyum hava vit bara tvey boð

1. Tú mást ikki drekka. 2. Tú mást ikki vera samkynd/ur.

Skalt tú verða ein rætt trúgvandi persónur eftir føroyskum standardi, so eru bara at fylgja 1. og 2. boði, so ornar restin seg sjálvt.

At allur heimurin veit av, at vit hava katólskar prestar, sum eru pedofilar. Tað er ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara tvey boð.

Tá bókin “Sig at du lyver”, fortaldi okkum, at tað ikki bara eru katólskir prestar, sum gera seg inn á børn, men eisini føroyingar innan føroyskar samkomur, sum gera seg inn á børn, tá var tað heldur ikki so farligt. Tí í Føroyum hava vit bara 2 boð. Tá Jesus í Matteus í 19, 21 sigur: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli”, so er tað heldur ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara 2 boð.

Tískil er uppskriftin til ein einvegis ferðaseðil til himmals øgiliga einføld: 1. Syrg fyri at niðurgera samkynd og lat tey allatíð merkja hitan frá tí grábeinta. 2. Sært tú ein møguleika, so vælsignaði peika og døm tey, sum nerta dropan. Fylgir tú føroysku himna uppskriftini omanfyri, so hevur tú vunnið ein einvegis ferðaseðil til himmals.

Favorit synd ger okkum blind

Í Føroyum hevur mann funnið sær tvær favorit syndir, sum yvirskuggað alt annað, sum kristindómurin stendur inn fyri.

Hvussu ofta hava vit t.d. sæð ella hoyrt ein av teimum harðmæltu “kristnu” traðka fram og sagt:

- Eg havi fingið nokk av, at háløntir Mið- og Fólkafloks politikarar koyra við dýrum bilum, hava dýr hús og ganga í dýrum klædningum, hóast Jesus sjálvur segði, at vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli, hvussu ofta hoyrir mann slíkt? Nemliga: Ongantíð. tí her er talan um sjálvkritikk og eykennið fyri sjálvkritik er, at tað raka ein sjálvan. Og tá fylgjurnar av av kritikkinum eru, at mann sjálvur verður noyddur at lækka sín egna livistandard, so er tað eitt absolut no go, tískil er tað nógv lættari at ignorera boðini frá Jesus og halda seg til mantraið: Í Føroyum hava vit bara tvey boð, restin hevur onki upp á seg.

Vh

Hergeir Staksberg